Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hey Sjúrður. Hatta aftursvar títt til Óla var ikki so væl frágingið, haldi eg. Tað minti eina mest um tað, ið danir nevna fyri “tynde tosserier”.

Tað skuldi vera so stuttligt, so stuttligt, so stuttligt; men royndist mestsum eitt njós, ið ikki gekk av.

Stuttleikin hvarv í lunkaðum sjálvforherligilsi og undran yvir, at Óli (ið altíð er væl ílatin, tíðum við reystari cigarføring) dugir so sera væl at práta við fólk, og tí eisini hilnaðist væl millum teir traumatisku vesalingarnar í skógarbrúninum (hvørs løgna sannføring kostar teimum, at verða til láturs fyri onnur, meiri vælbjargað) og so eitt jubil-crescendo til alla javnaðarrørsluna - sum hevði skapt alla heimsins vælferð og framgongd.

Eitt bluff?

Havi sjálvur verið í hornatøkum við Óla. Ein fragd at minnast aftur á. Men vit hava lagt hetta afturum.

Hvat annað?

Eftir mínum tykki (mett við allari óbeskednari beskeðinheit) er ein munur tykkara millum m. a.: At tú ert ein ágrýtin pennaførari og talari, skemtari og væl lærdur á donskum (vinstrahallum) lærustovni. Eitt traðkað meginrás føroyinga.

Meðan Óli hevur lisið á bretskum (altjóða) stovnum. Leið Óla hevur kostað honum nakað, sum stavnamaður, politikari og óløntur blaðstjóri um ár, tí hann treiskur hevur torað at gingið ímóti bekvemma meginbroddi ríkisins – ja, eisini innanfloks! (Les: “ Tey sóu reytt”).

Óli er serstakur skemtari, helst besti talari á Tingi og dugir so framúr væl at endurgeva hendingar og fólk. Ikki minst herma eftir enskum (ultra-høgra-kendum) politikarum við stívari yvirvørr (!).

Meðan tú, Sjúrður, hevur í politikki verið “a little bit around”; men hevur nú (ind til videre?) funnið eina javnaðar-oasu, har ið gott er at vera.

Bara býta út, og gera sum Mette (Mink) sigur:  “Mere til “Arnes-pension” (uttan skilgreining, hvør ið mest niðurslitin er), sum Børnenes Statsminister (so søtt).

Og hetta dugir hon so sera væl og kennir honetta ambitions-kenda njóting í  “maktens sødme”).

Í Javnaðarflokkin sleppa øll inn, bara tey onga meining hava (líka frá Jákupi í Jákupsstovu til Kristin Mikkelsen). Annars er durafjórðingurin vísur.

Tað kostar summum politikarum at virka, eitt nú Naser Khadar o. ø. v. - at meina nakað annað enn tað, teir ótakksomu, meinfýsnu muhameds-tilflytararnir halda.

Eins og Pia Kjærsgaard (fyrrv. formaður fólkatingsins), ið enn má hava politiverju. Dag sum nátt.

Ár um ár í tí eina framkomna demokratiinum: Danmark!

Hevur nakar vinstrahallur tingmaður tílík kor at svølgja í “Frejas sali”?

Banalitetirnir at enda í grein/sjónvarps-drýli tínum um eitt nú: Johan, Nielsen, pávan og Gagarin undirstrikaðu bara, at í Óla hevur tú møtt tínum líkamanni - ella  yvirmanni (um til ber) - sum politikara í almennari vitan, talara, sjónleikara (um hann vildi), skemtara og sangara - kanska við (!).

Og kanska hugsaði tú um Suðuroynna ta seinastu øldina – sum dømi um eitt eftirtektarvert javnaðar- vælsignilsi?

Hetta í mun til teir “kapitalistisku” høgra/tjóðskaparligu vinnulívsmenninar í Eysturoy og Norðuroyggjum?

Við blíðari heilsu
Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo