Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Samverk: Samverk er millum størstu fakfeløg í Føroyum. Endamálið er at fylkja øllum starvsbólk­um innan øki hjá Samverk.

Harumframt skal felagið fylkja lærlingar á somu økjum fyri at fremja felags áhugamál. Felagið varð stovnað í 1940 og var virkið fram til 1945. Í 1973 varð tað endurstovnað og hevur síðan verið týðandi partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tað eru omanfyri 1400 limir í felagnum. Hin yngsti 12, hin elsti væl omanfyri vanligan penjóns aldur.

Gamla heitið, S&K Felagið, var ikki nøktandi longur. Tað var stytting fyri Skrivstovu­ og Krambafelagið, men í dag umboðar felagið fleiri aðrar fakbólkar umframt. Í nýggja navni­num kunnu allir limir kenna seg aftur.

Navnið Samverk hevur tveir týdningar. Tað merkir bæði samarbeiði og tann mun, sum samarbeiði skapar. Gerð og úrslit. Navnið undirstrikar soleiðis, at við samarbeiði vera bestu tøkini tikin. Navnið hóvar væl til felagið. Limaskarin er sera fjølbroyttur og umboðar nógvar fakbólkar, men allir hava felagið saman. Ymisk fólk, ymisk yrki, eitt felag. Tí Samverk.

Við nýggja navninum kennir felagið seg væl brynjað til framtíðina.

Vælkomin til Samverk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo