Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein leiðandi rabbinari, sum skaffaði oligarkinum og Chelsea-eigaranum Roman Abramovitsj portugisiskt pass, verður nú kannaður av løgregluni.

Rabbinarin er undir illgruna at hava tikið ímóti mutri.

Leiðarin í jødiska samfelagnum í næst størsta býnum í Portugal, Porto, varð steðgaður á flogvøllinum, tá ið hann skuldi fara í flogfari til Ísraels seinasta hósdag.

Sambært Times of Israel og BBC er rabbinarin undir illgruna fyri hvítvask og mutur í sambandi við at hava skaffað eitt portugisiskt pass til Roman Abramovitsj og eisini onnur, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo