Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Úr Skakandi tilburðir 3:Um náttina og út á morgunin hevði regnað av grimd í Skúvoy, og áirnar runnu stríðar oman gjøgnum bygdina. Eisini í svimjihylinum fleyt upp um vatnbyrgingina.

Í degningini vóru skúvoyingar farnir á bát, tí var lítið mannfólk eftir í bygdini.

Úti í túninum spældu tríggir smádreingir. Teir vóru fimm ára gamli Jens Sigvard Mikkelsen, róptur Sivar, trý ára gamli bróðir hansara, Jóanes, og seks ára gamli leikbróðir teirra Erling. Eftir at hava spælt eina løtu húsanna millum, leitaðu teir inn í heimið hjá Erlingi.

Mamma hansara, Jóhanna, hevði stokt frikadellur. Hon setti matin á borðið, og dreingirnir ótu seg mettar og væl settar. Tá ið teir høvdu etið og vóru heitir og mettir, fóru teir útaftur. Sivar plagdi at reypa av, at hann átti størsta gubba í bygdini, sum æt Tórálvur Brestirson. Tórálvur hevði bygt honum ein borðbát, ið hann var sera fegin um.

Hesum bátinum fóru dreingirnir nú eftir og løgdu síðani leiðina inn í svimjihylin. Møðurnar høvdu ikki varnast, hvar dreingirnir fóru.

Hann var útsynningur í ættini, og tað er ein keðilig ætt í Skúvoy. Ofta kemur hon við hørðum hvirlum. Komnir inn til hylin, setti Sivar borðbátin útí. Av tí at vindur var, dreiv báturin beinanvegin út frá. Sivar skal toyggja seg eftir honum. Men tá hendi vanlukkan. Hann vigaði á og fór eftir høvdinum útí.

Eftir tað veit hann ikki meira til sín. Í fyrstani hildu hinir báðir dreingirnir, at hann var lopin útí fyri at læra seg at svimja, tí tað gekk ein góð løta, áðrenn hann hvarv. Men tá ið Sivar fór undir og ikki kom uppaftur, skiltu teir, hóast teir vóru smáir, at vandi var á ferð. Eina løtu stóðu teir bara og grótu, men so fóru teir til gongu heim.

Tá var Jóhanna komin út at hyggja eftir dreingjunum. Hon hoyrdi, at teir bæði grótu og illa lótu. Hon spurdi tí, hvat var áfatt: ”Sivar er dottin í svimjihylin og er farin til botns!”

Hon at renna inn til hylin fyri at vita, um hetta var satt. Men har sást einki, tí øgil var í vatninum aftan á alt regnið.

Síðan rann hon heim aftur í bygdina at boða frá. Tað man hava tikið henni einar fimm-seks minuttir hvønn vegin at renna, tí hon var í stivlum. Tummas Knút í Stórustovu var fyrsta mannfólkið, sum kom inn til hylin. Men hann dugdi ikki at svimja. Kortini royndi hann at taka fjalirnar frá fyri at tøma hylin, men tað var lættari sagt enn gjørt. Umsíðir kom  Jóhan Niðri í Stovu, ið var av bestu svimjarum og hevur vunnið fleiri svimjikappingar í Havn. Jóhan leyp í skundi úti, leitaði á botninum og fann umsíðir Sivar, sum var farin heilt oman í annað hornið á hylinum.

Jóhan sá, at har stóð ikki væl til, tá ið hann tók Sivar upp úr vatninum. Tungan var vorðin tvífalt so stór og hekk út úr munninum. Hendingin fór fram umleið 1960. Um tað mundið var ein íslendskur lækni á Sandi. Tá gingu bátarnir ikki serliga skjótt. Læknin kom út til Skúvoyar. Hann arbeiddi uppá Sivar í einar tíggju minuttir, men so segði hann dreingin at vera 99 prosent deyðan, tí hann hevði ikki loyvi at brúka 100 prosent. Hann gavst at arbeiða upp á hann og fór innaftur til Sands. Men Jóhan og konan Ida, ið var sjúkrarøktarfrøðingur, tey vildu ikki góðtaka hetta at gevast við at fáa lív aftur í dreingin, so tey arbeiddu víðari upp á hann. Út móti tveimum tímum stríddust tey á ymiskan hátt fyri at bjarga honum.

Tá hendi nakað ófatuligt. Drongurin vísti nú tekin um lív, og tí birtist vónin aftur at bjarga dreinginum. Tá komu menninir eisini aftur undan oynni teirra ímillum Pól, pápi Sivar. Tað vóru skakandi boð hjá honum at fáa. Teir høvdu bundið bátin, men í skundi kappaðu teir togini og hildu inn til Sands við dreinginum. Fýra mans róðu, og harafturat høvdu teir seglið uppi, so tað gekk skjótt.

Teir komu so til sama læknan, sum var farin innaftur, tí hann hevði sagt dreingin at vera deyðan. Sivar flennir og heldur fyri: "Hvat hann tá hevur sagt og hugsað, veit eg ikki."

Sivar minnist einki til hendingina. Tað fyrsta, hann visti til sín aftur, var, at í hurðini inn á sjúkrastovuna á landssjúkrahúsinum, har hann lá, var ein lítil rútur. Í hesum rútinum sá hann mostur sína standa og hyggja inn ígjøgnum. Tann, sum tók ímóti Sivari á sjúkrahúsinum og ansaði eftir honum, eitur Ragna og er ættað av Signabø. Hon er í dag granni hansara í Vestmanna, og tey tosa onkuntíð saman um hendingina.

Fólk, sum Sivar seinni hevur tosað við, siga, at hann neyvan hevur ligið minni enn hálvan tíma í hylinum.  Tá ið hann kom aftur av sjúkrahúsinum, minnist hann, at fólk tosaðu um, at tað fólk vistu um, vóru bara tvey onnur tilfelli í øllum heiminum, at fólk hevði klárað at ligið í so langa tíð undir vatninum. Tað var ein amerikanari og ein norðmaður.

Sivar sigur, at læknin Seyer-Hansen plagdi at vera úti í Skúvoy. Tá búði hann Niðri í Stovu. Jóhan hevði áhuga í at læra ymiskt. Tá læknin onkuntíð lá veðurfastur í oynni, skipaði hann fyri kvøldskúla í fyrstuhjálp, tí hann sá, at útoyggjarnar vóru meira útsettar um okkurt skuldi hent. Jóhan lærdi tí fyrstuhjálp av honum. Konan var eisini sjúkrarøktarfrøðingur og dugdi tí eisini.

Eftir hesa sera álvarsomu og óvanligu hending var Sivar ikki seinur at læra seg at svimja. Hann er sjómaður nú giftur til Vestmanna. Eg spyrji hann, um hann hevur fingið nakað mein av hendingini. Nei, svarar hann. Men tað sær hann heldur ikki út til at hava fingið. Tað einasta, hann kann hugsa sær, ið kann vera ávirkað av hesum, eru eyguni. Hann sá sum fuglurin, men nú má hann brúka brillur fyri at síggja væl nær hjá.

Eggini og fuglurin úr bjørgunum, sum var dagligur kostur hjá skúvoyingum, man hava givið hesum lítla dreingi gott í beinini og kanska eisini styrki at koma fyri seg aftur eftir eina so stóra vanlukku. Eisini hevði hann etið seg mettan av frikadellum, áðrenn hann datt í hylin.

Sivar hevur av og á verið innlagdur á landssjúkrahúsinum síðan. Tá ið hann er komin, hava tey havt á orði ta tunnu úti við hálvthundrað ára gomlu journalina, sum liggur millum hini pappírini: Ja, hetta er smádrongurin, sum á løgnan hátt yvirlivdi druknivanlukkuna úti í Skúvoy.

Sivar hevur eina mynd av hjúnunum Jóhan og Idu hangandi á vegginum í stovuni. Tað er ikki uttan orsøk. Hann sigur, at hvørt ár, meðan hann var lítil, gav mamma hansara teimum eina gávu, og eftir at Sivar var vorðin vaksin, helt hann fram við hesum, so leingi tey livdu, sum tøkk fyri, at tey áttu lívið í sær.

Tað, sum undrar meg, er, hví hendan serskilda hendingin hevur fingið so lítla umtalu og er so lítið kend. Men tað, ið undrar meg uppaftur meira, er, hví Jóhan og Ida ikki fingu heiðursmerki fyri hetta einastandandi bragd.

Tær nær-deyða-upplivingar, sum Sivar hevur hoyrt og lisið um, hava allar ljóðað sum góðar upplivingar, men hjá honum var tað ikki so. Hann samanber tíðina, ið hann sveimaði millum lív og deyða, við, tá ið tú er komin upp í hæddirnar við einum flogfari og hyggur, ikki bara beint út til síðis, men  longur upp í luftina. Tá sært tú eitt myrkur, eitt myrkur, sum kennist rættiliga  óhugnaligt. Myrkrið, sum hann sveimaði í, var bara enn myrkari og einki ljós var at hóma. Tað kendist einki gott, heldur hann tó skemtiliga fyri:

"Eg var bara fimm ára gamal, so neyvan hevði eg framt tær stóru syndirnar, at hetta skuldi merkja, at eg var ávegis til illamann".

Úr “Skakandi tilburðir 3” eftir John Myllhamar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo