Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Nú fara biografarnir í gongd aftur og Filmsfelagið bjóðar nýggjan feskan film. Mest áhugaverdur er helst hin føroyski Skál, sum Filmsfelagið frumsýnir týsdagin 25. mai.

Fulla heitið á filminum er Skál - fyri at kenna seg gravskitna hvørja ferð sólin rísir. Tað eru Maria Tórgarð og Cecilie Debell, ið hava gjørt filmin, sum er um Daniu O Tausen.

Dania er 22 ára gomul og uppvaksin í brøðrasamkomuni á Toftum, ið summi siga vera part av konservativa føroyska bíbliubeltinum. Nú er Dania flutt til Havnar at lesa, og er farin at ganga saman við Trygva, aka Silvurdrongur, sum í høvuðsstaðnum er bersøgin yrkjari og rappari. Hann viðger verðslig viðurskifti sum sex, rúsevni, eksorsismu - og angist. Stutt sagt alt, sum hennara samkoma roynir at verja teirra ungu ímóti. Í heimbygdini syngur Dania í einum kristnum orkestri, har hon sjálv skrivar sangir um Gud. Samstundis er hon hugtikin av Trygva og hansara dirvi at skriva djúp og ektað orð um tað at vera menniskja. Í eini roynd at finna fótafestið og skilja seg sjálva í nýggja umhvørvinum, fer Dania at skriva tekstir, ið eru merktir av persónligum royndum og upplivingum. Meðan filmurin gongur, koma orðini til hennara. Tekstirnir verða mentir í samrøðum við vegleiðarar og koma at enda út í einum persónligum yrkingasavni. Har viðger Dania tað dupultlív, sum hon og onnur ung geva seg undir, skulu tey megna lívið í kristnum kørmum, sum tey ikki vilja sleppa, hóast karmarnir eru trongir og at síggja til konservativir. Hesar tilverur, sum draga á bæði, vil hon knýta saman, tí hon kennir seg heima í báðum. Samstundis sum Dania skrivar seg longur inn í savnið, ið fær heitið Skál, fer hon at leita eftir teim mørkum, sum ung trúgvandi renna seg í. Er tað synd at drekka? Er tað synd at dansa? Er tað synd at hava kynsligt samband áðrenn hjúnarlag? Er tað synd at hava ein sjeik, sum ikki er kristin? Og hvussu leingi orkar tú at liva millum hesar báðar heimar, ið definera ófrávíkiliga markið millum trúgv og vantrúgv? Umframt vinkonuna, er serliga omman henni ein góður vegleiðari. Filmurin Skál er ein ‘coming of age’ søga um kærleika millum ung, ið leita eftir sær sjálvum - og sum fremst av øllum hava fyri neyðini at finna hvørt annað og at finna ein máta at megna lívið.

##med2##

Tvær kvinnur í Ammonite
Longu mikudagin 12. mai sýnir Filmsfelagið bretska filmin Ammonite.

Francis Lee, sum fyrr hevur gjørt mannfólkafilmin God’s Own Country, ið varð sýndur á Minnilutafilmsstevnuni í Havn í 2018, er nú frammi við sveipandi stórbara filminum Ammonite, ið er um kvinnurnar Mary (Kate Winslet) og Charlotte (Saoirse Ronan) sum møtast í Bretlandi í 1840’unum.

Karmurin er hin brúsandi og ótamda náttúran við strondina í Suðurbretlandi.

Mary, sum er kend og vird fyri at granska í forniskum steinrenningum, granskar í einum lítlum býi. Kendastu avrikini hevur hon langt síðan lagt aftur um seg, og stillisliga sligið seg til tols við at selja ferðafólki funnar smálutir, so hon og mamman kunnu vinna nakað av peningi til dagin og vegin. 

Ein dagin kemur ferðamaðurin, Roderick, framvið. Við honum er konan, Charlotte, ið er rakt av stórari sorg. Honum dámar væl ta tænastu, hann fær frá Mary, og bjóðar henni løn fyri at at vera um syrgnu Charlotte, meðan hann er burtur.

Mary, sum hevur brúk fyri hvørjum oyra, kann ikki siga nei, hóast fakligi stoltleikin verður ein avbjóðing, tí Charlotte er so púra óinteresserað. Men tá nýggjar kenslur taka seg upp teirra millum, síggja tær báðar tilveruna av nýggjum og fara at liva lívið í ljósinum av hvørji aðrari.

##med3##

Alzheimerraktur Hopkins
Fyrsti filmur í Filmsfelagnum í juni er The Father, sum verður sýndur mikudagin 2. juni.

Tvífaldi Oscarvinnarin, The Father, er ein av hægst mettu nýggju filmum á marknaðinum beint nú. Í filminum er Anthony (Anthony Hopkins) aldrandi mentamaður, sum lurtar eftir operu, spælir klassiskan tónleik og lesur røttu stóru bókmentirnar. Men Anthony hevur Alzheimer sjúkuna, sum er ein stór avbjóðing hjá umsorganarfullu dóttrini, Anne (Olivia Colman), ið altíð er um pápan og roynir at lata hann vera heima í kenda umhvørvinum, so leingi til ber. Men Anthony styggir øll frá sær, bæði familju og røktarfólk, tí fatanin av gerandisdegnum og veruleikanum verður avskeplað. Nú noyðist dótturin at taka eina trupla avgerð.

Filmurin The Father byggir á samnevnda sjónleikin hjá Florian Zeller, sum eisini hevur leikstjórnað. Oscarvirðislønta filmshandritið hevur Christopher Hampton skrivað. Tað var eisini hann, ið skrivaði Atonement og Dangerous Liaisons. Anthony Hopkins vann Oscarvirðislønina fyri júst henda leiklutin og í 1992 fyri høvuðsleiklutin sum dr. Hannibal Lecter í The Silence of the Lambs. Olivia Colman vann í 2019 Oscarvirðislønina fyri høvuðsleiklutin í The Favourite.

Sýningar í Filmsfelagnum eru almennar og eru altíð í Havnar Bio.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo