Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var við spenningi, at hugt varð eftir nýggju fráboðanini frá Strandferðsluni, nú stovnurin hevur gjørt eina eftirmeting av farleiðini millum Klaksvík og Tórshavn.

Men við nýggja uppskotinum, sum er sent til hoyringar, má ein milt sagt siga, at norður-eysturøkið í Føroyum er hektað av. Eg vóni ikki, at landsstýrið og kommunan hava givið loyvi til hetta.

Eg fekk nærum “flash-back” til tíðina, áðrenn siglandi varð um Leirvíksfjørð, og fyrsti tankin var, um Strandferðslan hevði dámt best, um vit bara stóðu í stað, og kanska fingu okkum Dúgvuna aftur at sigla um Leirvíksfjørð heldur enn at brúka verandi undirsjóvartunnilin.

Hvar er langtíðartilrættaleggingin?

Áðrenn Strandferðslan bjóðaði leiðirnar út, gjørdi táverandi veitari hjá Strandferðsluni vart við í Kringvarpinum, at útbjóðingartilfarið átti at bíða, til Eysturoyartunnilin var royndarkoyrdur. Men tíverri vildi eingin lurta.

Fyri borgararnar í norður-eysturøkinum av Føroyum er ferðaætlanin avsporað, og tilrættaleggingin hjá Starndferðsluni og landstýrinum virkar tilvildarlig og trilvandi.

EIN túrur er settur inn um morgunin og EIN eftir vanliga arbeiðstíð. Men hvussu við øllum teimum, sum skulu møta til arbeiðis eitt sindur seinni upp á dagin ella skulu heim á aðrar tíðir av degnum? 

Pulsæðrin fyri farðleiðina eigur at ganga úr Klaksvík til Tórshavn, har aðrar leiðir síðani verða knýttar í. Tí er tað mær eisini óskiljandi, at 7 túrar skulu vera millum Tórshavn og Runavík.

Klaksvíkar kommuna má gera vart við seg og má undir ongum umstøðum góðtaka uppskotið – tað vóni eg heldur ikki, hon longu hevur gjørt.

Vit mugu tryggja okkara borgarum tryggastu og skjótastu farðleiðina, ið samstundis gevur møguleika fyri fleksiblum arbeiðslívi.

Jógvan Skorheim,
býráðslimur í Klaksvíkar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo