Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Í fjør tóku formenninir í øllum fótbóltsfeløgunum avgerð um, at seta ein arbeiðsbólk, ið skuldi viðgerða, um verandi kappingarleistur skal varðveitast, ella møguliga broytast. Harafturat verður eisini arbeitt við bygnaðinum í samband við uppalingarpengarnar.

Nógv prát hevur verið um hetta seinastu tíðina, og hóast koronafarsóttin hevur órógvað og seinkað arbeiðnum eitt sindur, so gongur væl, sigur formaðurin í arbeiðsbólkinum, Róin Schrøter.

– Feløgini hava verið inni til hoyringar, og tað hevur verið sera áhugavert at hoyrt hvørt einstakt felag, ið øll hava verið væl fyrireikaði. Fótbóltsføroyar spenna vítt, og tað ger arbeiðið eisini ógvuliga spennandi.

– Næsta stig er at samskifta við serkunnleikan og aðrar áhugabólkar. Arbeitt verður fram ímóti at koma við einum tilmæli, ið kann leggjast fyri formenninar í seinnu helvt av november, sigur Róin Schrøter í viðmerking til heimasíðuna hjá FSF.

Tey, ið manna arbeiðsbólkin eru Róin Schrøter, Fríðin Ziskason, Sunniva Kollslíð, Jákup Mørk, Dánjal Hansen, Marius Thomassen, Jón Nordendal og Julius Vest Joensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo