Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Einaferð sungu vit: "Mikil gangur, róp og skrálan" Ritan var sokkin!

Í dag er roynd gjørd av andstøðuni á Løgtingi, at seta kílar inn í samgonguna.

Sum eg havi skilt, uttan at seta meg nærri inn í málið, so skulu tvímammur hava sama rætt til fíggjarligar "fyrimunir" sum mamma og pápi! Í skattaskipanini!

Í míni tíð higartil, so havi eg kent fleiri fólk, sum eru fongd av  homoseksualiteti, men tað hevur ongantíð nervað mítt samskifti við hesi í gerandisdegnum.

Einaferð setti eg mær fyri at lesa bíbliuna úr enda í annan, og harvið fáa eitt betri innlit um mína støðu í mun til orð guds, men beinanveg í mósebókunum var so nógv um seksualitet, at eg gavst!

Men hvat gera vit meðni við málið á Tingi í dag?

Miðflokkurin hevur, eins og oftað áður hjá øðrum, fingið sett í samgonguskjalið, at  samgongan skal vera samd um møguliga góðkenning av málum frá minnilutanum.

Men henda góðkenning kann ikki vera bindandi, ímóti at virða demokratiið/fólkaræði!

Tá málið kom til viðgerðar í Løgtinginum, atkvøddu tveir tinglimir í samgonguni fyri tí, og so varð "rumbul á Dalatingi". Málið varð í fyrstu syftu samtykt. Og "nu står landet i våde"!

Eg kenni á mær, at Johan Dahl ynskir at ørkimla sín egna flokk eins og Edmund, meðan Annika er í stríð við sína egnu samvitsku, hóast innanhýsis loyalitet.

Sjálvur meti eg, at bíbilsk viðurskifti verða menniskjansliga avgjørd í kirkjum og samkomum, meðan poliisk viðurskifti verða avgjørd á Føroya Løgtingi.

Vit eiga altíð at hugsa um, hvussu stríðið fyri fólkaræði hevur tyngt menniskju, og so hyggja eftir, hvussu tyngjandi væntandi rættindi eru í londum runt okkum!

Eyðun Mohr Viderø
16.12.21

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo