Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Útreiðslur hjá LV og tí almenna hava lítið og onki við at gera, hvussu fíggjarliga lutfallið millum kommunurnar annars sær út.

Lønarútgjaldingarnar í Suðurstreymoy hava harumframt lítið samband við, hvussu skatturin verður býttur millum miðøkini og restina av landinum.

Veruleikin, sum Norðlýsið kann síggja í roknskapinum hjá Fíggjarmálaráðnum ella fáa frá Hagstovuni er, at løgurnar per borgara eru 63,5% hægri í Klaksvík enn í Havn.

Raksturin per borgara kostar 12,6% meira í Klaksvík enn í Havn.

Og inntøkan per borgara er 15,3% lægri í Havn enn í Klaksvík. (2017-tøl, støðan er helst verri nú)

Haraftrat noktar Norðlýsið at fyrihalda seg til tann veruleika, at triðja hvør króna, vunnin í Havn, verður skattað aðrastaðni – og at tað tí longu fer ein kolossal útjavning fram úr Havnini, tað mesta norðureftir.

Nú barst verður fyri, at skatturin av almennum pengum skal roknast sum fólksins ogn, og tí javnast út – so tekur Norðlýsið framvegis ikki støðu til, um tann ogn Føroya fólks, sum ger klaksvíkingar nógv ríkari enn allar aðrar føroyingar, skal javnast út.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo