Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í sambandi við ársins Bókadagar og útgávurnar av SKOMM-røðini á føroyskum eru rithøvundurin og leikstjórin Julie Andem og sjónleikarin Thomas Hayes, sum spældi leiklutin sum William, komin til Føroya.

Tey eru gestir á stórum skúlatiltaki við fleiri enn 200 næmingum og á almennum tiltaki kl. 16 í dag í Norðurlandahúsinum. Týðarin, Silja Aldudóttir, prátar við rithøvundin og sjónleikaran.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bøkurnar út á føroyskum og skipar fyri tiltakinum.

Tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo