Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leingist tú eisini eftir Noora, Vilde, Eva, Sana og Chris? Vikuskiftið 8.-10. september hevur tú møguleika til at endursíggja alt SKAM frá byrjan til enda.

Norrøna Ungmannafelag Føroyar, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava nevnliga sligið seg saman um sýna allar fýra sesongirnar av SKAM sum maraton.

Vikuskiftið endar við eini SKAM quiz, har vit kjósa Føroya størsta SKAM-nørd. Vinnarin fær tvær flogferðir til Noregs.

Fríggjadagin 8. september   
kl. 17.00-17.15 Johnny í Grótinum, Kringvarpsstjóri, bjóðar vælkomin og hugleiðir um SKAM og ungdómstilfar í miðlunum
kl. 17.15-17.35  Eyðbjørt Skylv Midjord, miðlafrøðingur, fortelur, í hvussu stóran mun føroyskur ungdómur fylgir við í føroysku miðlunum  
kl. 17.40-18.00 Sara Mering, redaktør á SEIN magazin (DK), tosar um vantandi tilfar til ung í donsku miðlunum
kl. 18.00-18.20 Steðgur  
kl. 18.20-22.00 SKAM: Sesong 1  
    
Leygardagin 9. september  
kl. 10.00-13.00 SKAM: Sesong 2
kl. 13.00-13.30  Steðgur
kl. 13.30-16.45  SKAM: Sesong 2
kl. 16.45-17.15 Steðgur
kl. 17.15-17.45 Kjak: Ungir føroyingar úr Klaksvík, Havn og Suðuroy fortelja, hví SKAM rakti beint í hjartað á teimum og tosa um, hvat føroyskir miðlar kunnu gera betri, tá tað kemur til ungdómstilfar
kl. 17.45-21.45 SKAM: Sesong 3
   
Sunnudagin 10. september  
kl. 10.00-13.00 SKAM: sesong 4
kl.13.00-13.30 Steðgur
kl.13.30-16.00 SKAM: sesong 4
kl. 16.00-17.00 Spurnarkapping um SKAM 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo