Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skattalætti er dupultur pakki. Tað gevur fólki meira og ger at tað loysir seg at arbeiða.

Far heldur heim enn at arbeiða meira
Við flatskattinum í 2012 loysti tað seg aftur at arbeiða í Føroyum.

Men undanfarna samgonga broytti skattastigan og nú hoyrist oftari frá fólki, at tað loysir seg ikki at arbeiða og als ikki at arbeiða meira.

Arbeiðsmarknaðurin skríggjar eftir arbeiðsmegi, samstundis sum skattaskipanin biður fólk um at fara til hús, tí ein fær einki burtur úr at gera eitt hál.

Skattalætti er tvífalda hjálp
Høgi prísvøksturin í dag leggur stórt trýst á húsarhaldini. Tosað hevur verið um ein hjálparpakka, har fólk fáa eina útgjalding.

Vit kenna tað helst øll: Tað sum kemur lætt, fer lætt.

Tí er tað ikki rætta loysnin.

Ein skattalætti er tvífalda hjálp. Peningur alt fyri eitt umframt at tað fer at loysa seg at gera eitt hál. Hálið er sjálvhjálp, men eisini hjálp til onnur.

Samgonguskjalið hjá sitandi samgongu sigur: “Skattaskipanin verður broytt, so hon verður meira arbeiðs- og búskaparliga vakstrarfremjandi. Gjørd verður ein ætlan, sum stigvíst lækkar skattin á arbeiði næstu árini. Málið er, at lønin ikki verður etin upp av harðari skatting, men at tað altíð skal loysa seg at arbeiða.”

Tíðin er nú komin at halda aftur
Fyrstu árini hjá sitandi samgongu er inntøkuvøksturin hjá landskassanum brúktur til m.a. at betra vælferðartænasturnar, betra umstøður hjá pensjónistum, lærlingum o.s.fr.

Tí eru útreiðslurnar hækkaðar nógv og Búskaparráðið ávarar nú um ov stóran útreiðsluvøkstur.

Nú er tíðin komin til at halda aftur í útreiðsluvøkstri og gjøgnumføra ein munagóðan skattalætta beinanvegin.

Ein lætta har tað aftur fer at loysa seg at arbeiða.

Jørgen Niclasen, tingmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo