Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum kunnugt er ein munur millum skattaskipanina í Føroyum og í Danmark tann, at danir gjalda jarðarskatt og vit ikki.

Um so er, at vit skuldu goldið eins tungan jarðarskatt sum okkara donsku brøður og systrar, so høvdu vit goldið umleið 200 milliónir krónur um árið.

Hesum eru vit sloppin undan higartil.

Tað er tí merkisvert, at ikki eitt orð hevur verið at hoyrt um, at politikarar okkara eru kúvendir í hesum máli.

Í sambandi við nýggju fiskivinnulóggávuna hevur eitt samt løgting tikið undir við, at vit skulu hava næstan dupult so høgan jarðarskatt í Føroyum sum í Danmark.

Teir snúgva sær uttan um við at siga, at talan er um veiðigjald.

Men hetta hjálpir teimum ikki undan veruleikanum, tí hetta er eitt gjald upp á tað guðgivna tilfeingi, sum er jørð eins og hvør fermetur av landi og sjógvi soleiðis sum tað sá út áðrenn mannahond kom uppí.

Har ein skriðan er lopin er onnur væntandi.

Zakarias Wang 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo