Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 64/2019 frá johan Dahl, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum við umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen, um serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling í Føroyum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

 

Spurningur

1) Hevur landsstýrismaðurin sett serfrøðingarnevndina, ið skal kanna møguleikan fyri havbiti og skeljaaling í Føroyum, sum eitt samt Løgting hevur biðið landsstýrismannin um at gera?

 

2) Nær kann væntast, at ein frágreiðing verður tøk um møguleikar fyri havbiti og skeljaaling?

 

Svar:

Til nr. 1 og 2

Í vinnuni, undir hesum í alivinnuni, verður áhaldandi arbeitt við at fjøltátta vinnumøguleikarnar í Føroyum. Við alilógini, sum er ein breið heimildarlóg, og sum fevnir bæði um laksa-, skelja- og taraaling, eru lógarkarmar skaptir fyri eini fjøltáttaðari alivinnu.

 

Við kunngerð um útbjóðing av aliloyvum er latið upp fyri laksaaling á landi og aling av skeljum og tara á landi og á sjónum á Kaldbaksfirði, Gøtuvík, Funningsfirði og Famjin. Eisini er latið upp fyri off-shore aling av laksi eystanfyri Nólsoynna og aling av skeljum og tara har.

 

Skeljaalingin er ikki enn boðin út, tí har eru serligar avbjóðingar viðvíkjandi krøvum í matvørulóggávuni, sum skulu lýsast nærri, áðrenn hesi loyvi verða boðin út.

 

Í øðrum londum er tað ein vinna at seta m.a. fisk og skeljar út á hav fyri seinni at fiska hetta aftur, men í Føroyum eru lítlar og ongar royndir við hesum í nýggjari tíðum.

 

Havbit av laksi og sílum er kent í Føroyum frá fyrru øld. Nógv er tó broytt síðan. Føroyar eru vorðnar ein alitjóð, har laksur stendur fyri knøppum helminginum at føroyska útflutninginum. Verður tað aftur loyvt at sleppa einum stórum tali av aldum laksum leysum út á hav, kann hetta hava avbjóðingar við sær í mun til ein møguliga øktan smittuvanda til føroysku alivinnuna, umframt at umhvørvisatlitini í mun til villlaksastovnin eisini eru neyðug at viðgera.

 

Vit vita tí ikki, um hetta er ein møguligur vinnuvegur í Føroyum. Serliga er týðandi at fáa greiðu á hvørjar umhvørvisligar avbjóðingar og avbjóðingar viðvíkjandi fiskasjúkum og spjaðing av sjúku slíkt virksemi hevur við sær, umframt hvørjar avbjóðingar slík vinna hevur við sær viðvíkjandi økisnýtslu.

 

Spurningurin um, hvørt tað eru møguleikar í slíkari vinnnu í Føroyum, skal verða lýstur, og so skjótt sum tilber verður ein arbeiðsbólkur settur at gera hetta arbeiðið.

 

Eftir § 6 a, stk. 9 í alilógini skal landsstýrismaðurin fjórða hvørt ár áðrenn 1. november leggja fyri Løgtingið frágreiðing, sambært § 51, stk. 4 í Tingskipan Løgtingsins, um støðuna í alivinnuni, og hvørjar ætlanirnar eru fyri víðari menning av vinnuni í mun til aling á sjógvi og landi, útlendskan ognarskap, um metingarnar av vistfrøðiligu støðuni í firðunum og aðrar viðkomandi tættir. Fyrsta frágreiðing verður løgd fyri Løgtingið áðrenn 1. november 2020.

 

Ætlanin er, at frágreiðing um havbit skal verða partur av frágreiðingini, sum sbrt. § 9 a, stk. 9 í alilógini verður løgd fyri Løgtingið komandi heyst.

 

Freistin at svara er sett til 26. mars 2020. Haldið mær til góðar, at farið er út um freistina.

 

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 27. mars 2020

Helgi Abrahamsen

landsstýrismaður

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo