Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Himmal og jørð á muni at koyra gjøgnum vælfrágingna tunnilin til Viðareiðis, og so fara aftur í miðøldina at koyra gjøgnum tunlarnar norður um Fjall. Heilt ófatuligt, at serliga politikarar í Norðoyggjum hava sovið í tímanum í hesum álvarsmáli.

Hvannrók: Rúm tíð síðani, at tú koyrdi gjøgnum tunlarnar norður um Fjall, men sunnudagin gekk leiðin úr Havn til Viðareiðis í føðingardag hjá nítiára gamlari konu. Gleddi meg fyrstu ferð at koyra gjøgnum Viðareiðistunnilin, sum vit hava hoyrt vera meistarligt avrik, men stúrdi eisini aftur at koyra gjøgnum tunlarnar norður um Fjall.

Úr Havn til Viðareiðis skalt tú gjøgnum sjey tunlar. Alt gekk frálíkt tó ikki hugaligt at koyra gjøgnum deyðsfellurnar norður um Fjall, sum er størsta skommin í løtuni í Føroyum. At politikarar kunnu sova við góðari samvitsku vitandi um hesar tunlar, er mær gáta.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo