Tórshavnar kommuna: Frá 9. juli til 5. september verður arbeitt á Ovara vølli í Gundadali við at endurnýggja graslíkið og stoytdoyvingarlagið umframt at fyrireika sprinklaraskipan v.m. Í hesum tíðarskeiðinum eru akfør, maskinur og arbeiðsfólk á økinum á og kring vøllin.
Børn, ung, foreldur, venjarar v.m. vera biðin um at vísa stórt ansni, meðan verkætlanin verður útint, og at halda seg uttan fyri vallargirðingina til Ovara vøll og tey avmerktu økini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo