Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Argja Bóltfelag: Leikarar og viðhaldsfólk hjá AB hava alt vikuskiftið arbeitt við at taka gamla graslíkið av vøllinum. Hetta arbeiðið hevur gingið væl. Veðrið hevur verið framúr gott í vikuskifttinum, og tað hevur gjørt tað sera hugaligt hjá øllum fólkunum kring AB at fáa hendan partin av arbeiðnum frá hondini.

Í vikuni verður farið undir at gera undirlagið klárt til nýggja graslíkið, og síðani skal belegningurin leggjast á. Alt arbeiðið fer samanlagt at taka nakrar vikur, áðrenn vøllurin verður klárur aftur til venjing og til dyst. Í hesum tíðarbilinum hava liðini hjá AB funnið sær aðrar vallir at venja á. Dystir skulu eisini spælast, og her hava AB og FSF skipað so fyri, at nærum eingir heimadystir eru á skránni hesar vikurnar, tá vøllurin ikki er tøkur á Argjum. Bert vera nakrir fáir heimadystir hjá AB í yngru deildunum spældir í Gundadali. 

Graslíkið, sum verður lagt á vøllin á Argjum, er av slagnum DOMO og kemur úr Hollandi. Føroya Møblasøla er veitari av graslíkinum.

Talan er um ein vøll, sum umframt sand eisini hevur børk sum ífyllu. Hetta er munandi meira umhvørvisvinarligt enn gummigranulat, ið annars hevur verið vanligt at nýta til slíkar vallir í Føroyum.

Gamla graslíkið, sum nú verður tikið av, bleiv lagt á í 2010. Hetta er sostatt 12 ára gamalt, og var rættiliga nógv slitið. Tískil var hart tiltrongt at fáa nýtt graslíki lagt á vøllin á Argjum. 

Akkurát nær vøllurin verður liðugur er ikki heilt greitt. Um alt gongur væl, skuldi verið klárt at spæla bólt á Argjum aftur, tá komið er út í seinnu helvt av juni. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo