Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: Í fíggjarætlanini fyri 2020 eru kr. 5 mió. avsettar til orkumál, av hesum eru nú 3 mió. avsettar til orkuátøk í bygningum. Ætlanin er at brúka hesar pengarnar til ymisk átøk, m.a. at umleggja til LED í fleiri bygningum.

 

Málið um hesar fimm miljónirnar er framskundað, var fyri á býráðsfundi í gjárkvøldið og varð einmælt samtykt. Hesar íløgurnar eru partur av arbeiðnum at lækka CO2-útlátið við 50% í 2025. Endamálið er eisini er eisini, at iløgurnar skulu vera virksemisskapandi, nú stígur kom í, orsakað av koronakreppuni.

 

Eysturskúlin og dagstovnarnir/býlingshúsini Undir Brúnni, í Norðasta Horni, við Løgmannabreyt og Vesturi á Flat skulu leggja um til LED-ljós, meðan Skúlin í Nólsoy og Sólareygað fáa sólkyknur á tekjurnar. Bara hetta fer at minka um CO2-útlátið og at minka um elrokningina við yvir 100 túsund krónum um árið.

 

Stovnar, sum fáa LED-ljós, minka um CO2-útlátið og elnýtsluna við uml. 40-70%. Stovnar við sólkyknum, ið framleiða grøna elorku, minka CO2 útlátið við áleið 40-50%, og somuleiðis vil rakstrarkostnaðurin av elnýtsluni minka við 30-50%. Stovnur við jarðhita minkar CO2-útlátið áleið 50 - 65%, og rakstrarkostnaðurin til upphiting minkar við 20 -30%.

 

Við at skifta um til LED-ljós, fær man meira ljós við einari betri stýring og hervið minkað um elnýtsluna og CO2-útlátið. Sólkyknurnar, sum verða settar á tveir bygningar, framleiða grøna elorku, ið er við til at minka um CO2-útlátið og økja um grøna elframleiðslu. Harumframt skal ein stovnur leggja um til jarðhita, ið er ein grøn orkukelda. Hervið sleppa vit av við oljuna í hesum bygningi.

 

Av teimum 5 miljónunum eru tvær miljónir játtaðar til gøtuljósskipanina. Við hesi játtanini verða skift áleið 920 armatur, ið geva eina árliga orkusparing á 571.980 kr. Tað merkir, at íløgan er afturvunnin uppá einans trý og eitt hálvt ár.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo