Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgtingið hevur einmælt samtykt, at løgtingslógin um dagpening av sjúku í sambandi við COVID-19 skal halda fram til og við 15. februar.

Lógin, sum hevur virkað í útvið tvey ár, var annars sett at fara úr gildi 1. februar 2022, men Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, legði fyrr í vikuni eitt uppskot fyri Løgtingið, um at leingja gildistíðina til 15. februar 2022.

Lóggávan er nú í samsvar við ætlanirnar hjá landsstýrinum, at Føroya fólk kann koma aftur til ein vanligan gerandisdag.

Tann 15. februar verða tilmælini um sóttarhald broytt soleiðis, at bert tey, sum eru smittað, skulu í sóttarhald.

Samstundis fara serligu COVID-19 ásetingarnar í dagpengalógini úr gildi.

Tey, sum aftaná 15. februar fáa smittuna av COVID-19, verða tá fevnd av vanligum reglum um dagpening ella løn undir sjúku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo