Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Innbjóðing til evnisdag, ella ein sokallaðan “Skiparafund” í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Dagurin verður skipaður soleiðis, at ymiskar fyritøkur og aktørar koma at greiða frá tí nýggjastu tøknini á teirra økjum innan fiskivinnu.

Málbólkurin er fyri øllum yvirmonnum á fiskiskipum generelt. Trolara og línumonnum.

Millum luttakarnir verur umboð fyri íslenska felagið Akor, sum umboðar Catsat. Catsat er eitt nýtt forrit, sum vísir hita í sjónum, plankton, streymviðurskifti, veður og annað. Tað er selt til sera nógv skip innan uppisjóvarvinnuna. Harumframt hevur tað víst seg at veri sera áhugavert fyri línuflotan í Íslandi.

Seinni um kvøldið, kl. 20:00 verður borðhald og undirhald fyri luttakarunum.

Áhugaðir skulu boða frá hesum í samband við tilmelding.

Luttakarar gjalda ikki nakað fyri sjálvan evnisdagin, men borðhald við øllum tilhoyr kostar kr. 300,00 pr. persón.

Neyðugt er at boða frá luttøku, áðrenn 22. desember 2015.

Skrá fyri dagin
• 09:00 Móttøka & morgunmatur
• 09:30 Framløga: Akor / Catsat
Ragnar Hardarson, stjóri
www.akor.is

• 12:00 Frokost

• 13:00 Framløga: Rock
Hans í Líðini, stjóri
www.rock.fo

• 14:00 Framløga: Vikmar
Jan Hammer Egholm, stjóri
www.vikmar.fo

• 15:00 Framløga: Vónin
www.vonin.com

• 16:00 Endi / kaffi

Umframt oman fyri nevndu verur umboð fyri Injectordoor eisini við á fundinum.

Anfinn - telefon 223547 – Teldupostur aej(a)mail.com
Símun - telefon 217055 - Teldupostur simun(a)grafia.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo