At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Sjónám: Samstundis sum skipsatstøðarirnir fingu eisini 10 skiparar prógv á Sjónámi í gjár, hósdagin 25.juni.

Ovast fv: Sjúrður Joensen, Steinberg, Regin á Rógvi, Julian Elisasen, Absalon í Gerðum.

Niðast fv: Jóannes Egholm, Jákup á Reynatrøð, Andrias Steinberg, Jákup Eysturdal, Mathias Hammer. John Vernar Louisson væntar á myndini.

Javnir við besta úrsliti vóru Jóannes Egholm, ið fekk manchetknappar frá Runavíkar Kommunu og Sjúrður Steinberg, ið fekk grindaknív frá Skipara og Navigatørfelagnum.

Á øðrum plássi var Andrias Steinberg ið fekk eitt ur frá Vela-watch latið av Dávur Nielsen.

Ídnisvirðisløn var ein e-bók latin av Betri Banka til Andrias Steinberg.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu helt røðu umframt bæði Jan Højgaard formaður í Fiskimannafelagnum og Annfinnur Garðalíð formaður í Skipara og Navigatørfelagnum handaðu virðislønir og søgdu nøkur orð. Eisini spældi Hanus G Johansen nakrar sangir eftir Pól F.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo