Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vestmanna Kommuna: Vestmanna Fiskavirki hevur latið gjørt eina skitsuverkætlan til miðstaðarøkið í Vestmanna.

Vestmanna Fiskavirki hevur síðani 2011 havt sítt virksemi í tveimum bygningum. Talan er um flakavirkið niðri á Heyganesi og uppisjóvarvirkið við Bakkaveg. Vit hava í eina tíð umhugsa at samla alt virksemið undir einari lon og hava í hesum sambandi gjørt okkara metingar av, hvør bygningur og staðseting er betra loysnin.

Ein samanlegging av hesum slag er rættiliga krevjandi og umfatandi, uttan mun til hvør loysn ið verður vald. Eisini er neyðugt, at ein møgulig samanlegging av hesum slag er fíggjarliga haldfør fyri felagið.

- Vit hava í nøkrum umførum greitt Vestmanna kommunu frá okkara ætlan og hevur kommunan sýnt hesum stóran áhuga. Skilligt er, at kommunan sær eina flyting oman á Heyganes sum betru loysnina, sigur Eyðun Olsen, stjóri á Vestmanna Fiskavirki. Skitsuuppskotið er ikki eitt ”liðugt” prosjekt men eitt opið hugskotskatalog til eitt nýtt miðstaðarhús, ið vónandi fer at kveikja hugskot og skapa møguleikar og samstørv til gagns fyri framtíðina í Vestmanna.

- Fyri at koma víðari við hesi ætlan, heittu vit á Selmar Nielsen, arkitekt, um at gera eina skitsuætlan til, hvussu vit í best møguligan mun kunnu gagnnýta økið við Bakkaveg, har uppisjóvarvirkið nú er. Bygningurin liggur uppat miðstaðarøkinum og kann sostatt nýtast í eini nýggjari miðstaðarbygging.

Selmar Nielsen lýsir staðsetingina soleiðis:
“Virkisbygningurin liggur á markinum millum havnarøkið og miðstaðarøkið. Staðsetingin framvið havnarøkinum á aðrari síðuni og bygdini liggjandi á hinari síðuni, skapar ein náttúrligan miðdepil, sum eigur at verða gagnnýttur!

Nýggja miðstaðartorgið verður náttúrligi miðdepilin í Vestmanna. Harumframt verður tað nýggja bindiliðið millum bygdina og havnina við møguleikum fyri fleiri nýggjum funktiónum og tilboðum, til gleði fyri allar borgarar í Vestmanna.”

Faldarin um skitsuverkætlanina kann takast niður her

Skitsuupskotið verður sýnt fram á kommunuskrivstovuni frá 19. november 2021 til ársskiftið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo