Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

 „Hitt føroyska skjaldraveldið“ hevur nú í fleiri mánaðir skjaldrast um samfelagið mitt í hesi krónutíð.

Ólavssøkan verður einki undantak.

Nú boðar Hitt føroyska skjaldraveldið  til skjaldrating í Steinprenti í hølunum hjá Østrøm, har framsýningin „Litbrá“ hongur hetta til 8. august.

Íðan fer skjaldratingið eisini at geva litbráini veggjunum í Østrøm ein skarpan gang.

Her fært tú samfelagið at síggja í speispegli málsins…í gaman og álvara…í øllum sínum mótsettu brigdum av ljósi og skugga…av skeivum og óskeivum… ljótum og óljótum.

Skjaldratingið verður sett klokkan 15.00 ólavsøkudag.

Øll eru vælkomin.

Atgongd er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo