At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sum nakað slóðbrótandi við koronukanningum kann Thetis nú eftir fáum tímum staðfesta heilar tríggjar variantar av SARS-CoV-2: tann bretska(B.1.1.7), tann suðurafrikanska (B.1.351) og tann brasilska P.1 og P.2).

Greiningarháttur er sera týdningarmikil í samband við greining og koppseting, tí ivamál eru um, hvussu koppseting fyri teir ymisku koronuvariantarnir virka.

Thetis hevur áður kunnu staðfest bretska variantin, men nú er víðkað til at kunna staðfesta tríggjar variantar og at ávísa genetisku variatiónirnar sum N501Y, P681H, E484K og K417N.

Í Danmark vera hesar kanningar sendar til Köln at greina, men hjá Thetis verður greiningin gjørd innan fáar tímar á kanningarstovuni hjá Thetis.

Hetta merkir í stuttum, at tá ið ein persónur er staðfestur positivur, verður innan fáar tímar staðfest, hvønn variant talan er um og gevur tí Landslæknanum hesa vitan í sambandi við smittusporing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo