Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Í vár lýsti Búskaparráðið árið 2021 við orðinum normalisering, har útflutningsvinnurnar so líðandi væntaðust at sleppa inn á útlendsku marknaðirnar, og somuleiðis útlendsk ferðafólk aftur til Føroya. Hendan normalisering er farin fram skjótari, enn væntað varð í vár, og tað avspeglast í høga vøkstrinum í BTÚ í 2021. Væntandi fer hendan normalisering at halda fram í 2022 eisini, áðrenn sigast kann, at umstøðurnar hjá útflutningsvinnum okkara aftur eru, sum undan koronu. Væntanin um eina skjótari normalisering í útflutningsvinnum okkara samsvarar væl við dagførdu útlitini fyri heimsbúskapin hjá IMF og OECD; búskaparligu útlitini fyri stóru útflutningsmarknaðir okkara eru munandi meira bjartskygd enn áður, nú koppingsetingin er komin væl áleiðis.

Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum hevur Búskaparráðið í samstarv við Hagstovu Føroya mett til at verða -2,4% í 2020, 7,9% í 2021 og 3,3% í 2022. Metingin av árinum 2020 frá í vár var eitt tvífalt so stórt fall í BTÚ, men privata nýtslan hevur víst seg at vera størri í 2020, enn áður mett, og hevur givið eitt positivt ískoyti til vøksturin í BTÚ í 2020, heldur enn at hála BTÚ niður. Broytta metingin av niðurgongdini í BTÚ í leypandi prísum í 2020 og bjartskygdari metingin av vøkstrinum í 2021 sigur nakað um, hvussu skjót vendingin í búskapinum kann vera í einum pinkubúskapi, sum tí føroyska. Orsøkin til, at stoyturin ikki gjørdist so ógvusligur, er millum annað, at hjálparpakkarnir í Føroyum og úti í heimi gjørdu stóran mun í at bøta um avleiðingarnar av koronustøðuni. Føroysku húsarhaldini eru ikki vorðin stórvegis ávirkaði av hesum stoyti; tey eru bjartskygd, og tað sæst aftur í øktu nýtsluni, ið stuðlar uppundir innlendis handilsvinnuna. Privata nýtslan er, saman við øktum privatum íløguvirksemi somuleiðis við til at hála vøksturin í BTÚ upp í 2021. Umframt øktan innlendis eftirspurning, er ein størri tøkunøgd av laksi saman við einum lítlum prísvøkstri, við til at hála vøksturin í BTÚ í leypandi prísum upp í 2021. Nøgd og prísir á laksi verða somuleiðis mett at hækka eitt vet í 2022, so hvørt sum eftirspurningurin við vaksandi talinum av koppsettum fólki økist. Makrelfiskiskapurin verður hinvegin vegna vantandi avtalu við Bretland, væntaður at geva lægri útflutningsvirði í bæði 2021 og 2022 samanborið við í 2020.

At føroyski búskapurin er komin skjótt fyri seg talar fyri størri avlopum á fíggjarlógini. Hallið á fíggjarlógini er mett at verða 300 mió. kr. í 2021 og 200 mió. kr. í 2022. Hetta er ikki haldførur fíggjarpolitikkur, at almennu kassarnir í eini búskaparstøðu við nærum ongum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri, ikki hava avlop. Í Játtanarkørmunum fyri 2022 frá apríl í ár væntaði Landsstýrið, at tað framhaldandi fór at vera hall á fíggjarlógini fyri 2022 og eitt lítið avlop í 2023 við ymiskum átøkum fyri 60 milliónir krónur, sum ikki eru nágreinaði enn. Landskassin átti at havt í minsta lagið 150 milliónir krónur í avlopi í 2022. Harvið verður tó ikki sagt, at Landsstýrið í óðum verkum skal tátta í, men heldur, at tørvur er á ítøkiligum ætlanum, ið virka fyri haldførum fíggjarpolitikki. Ikki minst sæð í ljósinum av demografisku avbjóðingunum, ið Føroyar skal møta komandi árini við skjótt vaksandi talinum av eldri borgarum.

Í ferðavinnuni er gongdin júst vend, men størsta avbjóðingin fyri framgongd í føroysku ferðavinnuni er trot á arbeiðsmegi. Ferðavinnan væntar ikki at hesin trupulleikin verður loystur komandi árið, av tí at tað gongur heldur striltið at fáa útlendska arbeiðsmegi hendan vegin. Umboð fyri byggivinnuna gera á sama hátt vart við, at tað er torført at fáa skikkaða arbeiðsmegi til ymsu uppgávurnar, tí tað í ES-londunum er stórur eftirspurningur eftir hesi somu arbeiðsmegi, sum Føroyar eftirspyrja. Í fiski- og alivinnuni hevur somuleiðis verið neyðugt at manna størv við útlendskari arbeiðsmegi, og er tørvurin framvegis stórur. Í verandi løtu er lítið og einki arbeiðsloysi í Føroyum og tískil er torført at ímynda sær, at ósettu størvini skulu mannast av verandi arbeiðsmegi í Føroyum. Politiska skipanin átti tí at virkað fyri at gera tað enn smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, so fløskuhálsar, ið annars kunnu seinka og dýrka arbeiðið og  føra til lønarglíðing, verða tálmaðir. Royndirnar frá byggivinnuni tala fyri, at útlendsk arbeiðsmegi kann vera ein góður buffari til at taka trýstið á arbeiðsmarknaðinum, hinvegin má hetta gerast við skipaðum kørmum, so talan ikki gerst um sosiala dumping.

Trot á bústøðum er somuleiðis ein týðandi fløskuhálsur, sum kann forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri komandi árini. Treka útboðið av bústøðum er saman við stóra fólkavøkstrinum við til at trýsta sethúsaprísirnar upp, so tað gerst trupult hjá ungum familjum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Skilagott er um kommunur við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum, so útboðið av bústøðum betri kann standa mát við eftirspurningin.

Les heyst frágreiðingina 2021 hjá búskaparráðnum her 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo