Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

At fyrrverandi løgmaður gevur ilt av sær, tí samgongan fer at lata upp sendistovu í Ísrael, er einki nýtt. Hetta hevur hann leikað í um, síðani vit fyrstu ferð boðaðu frá henni.

Eg krympi tó tærnar, tá eg lesi grundgevingarnar. Hesar eru m.a., at sendistovan fer at taka pening frá heilsuverkinum og ”eini ørgrynnu av øðrum økjum”, sum hann nevnir.

Hetta sigur maðurin, sum hevði evstu ábyrgdina av, at Glasir og H-bygningingurin á LS kostaðu yvir 400 mió. kr. meira enn játtað var.

Tvs. at hesin, sum loyvdi at 400.000.000 krónur íalt vóru brúktar ov nógv, grætur krokudillutár yvir ísraelsku sendistovuna, sum, eins og hinar 6 sendistovurnar (íroknaða ta kinesisku, sum farna samgonga stovnsetti), fer at kosta 4 mió. um árið.

Botnfrekur roynir hann at fáa føroyingin at gloyma peningaoyðslið og meirnýtsluna undir farnu samgongu, sum, bert á hesum báðum kontum, kundi fíggjað ein heilan hóp av sendistovum, eina rúgvu av serlæknum, allar útbúgvingarlæknarnar Føroyum tørvar, heilsu- og røktar og útbúgvingarstarvsfólk í hópatali - um bert farna samgonguleiðsla hevði røkt sína efirlitsskyldu! 

Núverandi samgonga, tá í andstøðu, ávarðaði aftur og aftur um viðurskiftini á Glasir, men fyri deyvum oyrum.

Ístaðin fyri at lurta eftir, vardi Aksel peningaoyðslið og ørskapin, og lat hendan halda fram, bæði á Glasir og í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Umframt krokudillutárini hjá Aksel, er táverandi landsstýriskvinnan í heilsumálum nú eisini farin upp í krokudillutárakórið, ístaðin fyri at drípa høvur í eyðmjúkleika og skomm.

Meiri eyðmjúkleiki og minni dupultspæl og roynd at manipulera føroya fólk hevði klætt Aksel, fyrrverandi løgmanni, og landsstýriskvinnuni.

Jenis av Rana

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo