Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Røðan, Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, helt á flaggdagshaldi í Runavík í dag:
 
Góðu fjarðbúgvar, eysturoyingar, skótar, ítróttarfólk, tónleikarar og fyrireikarar.
 
Hósdagin 25. apríl fyri 79 árum síðan skrivaði Hilbert, amtmaður, undir kunngerðina um nýtslu av føroyskum flaggi og BBC varpaði allan dagin um, hvussu Merkið sá út, og hvussu tað skuldi nýtast. Fólk tyrptust í havnargøtum og býurin var flaggskrýddur dagin eftir, og sumstaðni vóru fløgg spent tvørtur um gøtuna.
 
Bert fáar dagar frammanundan var krússarin “Suffolk” komin á Havnina, og ein landgonguherdeild við 200 flotahermonnum undir leiðslu av oberstloytnanti, T. B. W. Sandall, marsjeraði niðan í býin, meðan teir sungu “Roll out the Barrell”, og Føroyar vórðu formliga hertiknar.
 
---
 
Fyri skjótt 55 árum síðan helt merkismaðurin, Petur William Háberg, flaggrøðu á Tinghúsvøllinum. Har samanfataði hann týdningin av okkara tjóðskaparliga frælsismerki við hesum orðum:
 
“Tað er eitt innsigli um, at her á landi livir eitt demokratiskt samfelag, har einstaklingurin hevur frælsi at hugsa, tala, skriva og trúgva eftir sinni og sannføring síni. Hetta er ein stór ogn. Hetta mugu vit gleðast um, at ein og hvør hugsan, ein og hvør lívsáskoðan, ótarnað kann koma til orða undir flaggsins vernd. Og vit mugu vóna, at tað aldri kemur tann dagur her á landi, tá ið maður kann knúskast ella søkjast at fyri hugsan ella fyri trúgv sína.”
 
_ _ _
 
Vit kenna øll vanæruligu søguna um, tá ið danski forsætisráðharrin í 1930 kravdi at fáa Merkið tikið niður á Tingvøllum í Íslandi, og tá ið Dannebrog sum takk fyri seinast á ólavsøku sama ár varð kvett niður av Tinghúsinum í Havn. Hesar hendingar styrktu tó bara stríðið fyri Merkinum. Vit vundu Merkið á stong og málaðu krossmerkið á okkara skip.
 
Tað var sluppin “Eysturoyggin”, sum ávegis til Aberdeen fekk boð frá einum bretskum herskipi at strika Dannebrog. Tá ið bretar fingu at vita, at skiparin Hans Mikkelsen úr Sørvági hevði Merkið umborð, fekk hann i stundini boð um at vinda tað á stong. Hetta frætti bretski konsulin í Havn, Frederic Mason, sum beinanvegin gav boð um, at frá 25. apríl í 1940 at rokna skuldu føroysk skip sigla undir Merkinum.
 
Føroyingar sigldu yvir túsund ferðir til Bretlands í 1941 og -42, og útvegaðu meira enn ein fimting av øllum tí fiski, sum kom á bretska marknaðin. Men kostnaðurin var øgiligur. Vit mistu ein triðing av fiskiflotanum og hálvtannaðhundrað sjómenn krígsárini – lutfalsliga var hetta helst størsta manntap, nakað land hevði, sum ikki var beinleiðis partur í krígnum.
 
Men - sum so mangan er sagt – stríðið fyri at vinna Merkinum viðurkenning er ongantíð liðugt. Enn berjast vit fyri Merkinum, enn stríðast okkara ítróttarfólk at vinna flagginum viðurkenning og at sleppa Føroyum framat ovast á altjóða pallinum.
 
Í flaggsangi okkara, “Sjá tú blánar”, sum næsta ár fyllir 100 ár og sum Hans Andrias Djurhuus yrkti, syngja vit soleiðis í seinna ørindinum:
 
                “Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
                tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt.”
 
Enn vantar okkum, at okkara Merki veittrar frítt millum allar heimsins tjóðir. Okkara vón er, at tað skjótt fer at hepnast.
 
_ _ _
 
Flagg okkara, Merkið, er ikki hvat sum helst, tí tað er okkara skjaldramerki og serliga eyðkenni, ið vísir øllum heiminum, at vit eru føroyingar og at vit koma úr Føroyum.
 
Løgtingslógin um flaggið, sum er frá 1959 og tí verður 60 ár í summar, staðfestir eisini, at “eingin má vanvirða flaggið hvørki í orðum ella gerðum”. Merkið er nakað serligt, og tí er tað at ganga okkum øllum ov nær, verður hildið hánt um flagg okkara. Hetta er jú ikki bara ein “klútur”, sum Stauning so forhánisliga tók til um føroyska flaggið á Tingvøllum á sinni.
 
Onkur vildi kanska sagt, at alt tjóðskapartos um Merkið og føroyingar sum tjóð, er tann beri romantikkur og at alt bara snýr seg um kenslur, heldur enn skil. Og har er svarið einfalt, at sjálvandi snýr tað seg um kenslur!
 
Flaggsangurin hjá Hans Andriasi Djurhuus byrjar soleiðis:
 
                “Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
                men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.”
 
Tá ið vit verða fødd inn í eina familju, er tað ein felagsskapur, sum við blóði og kenslum knýtir okkum saman, og soleiðis er tað eisini við okkum sum tjóð, at vit hava eitt kensluligt tilknýti til hvønnannan, sum ger, at vit kunnu rópa okkum føroyingar og at vit eru ein tjóð.
 
Gamaní, eru vit ikki samd um alt og ikki heldur altíð so sameind, sum vit kundu ynskt okkum, men soleiðis er tað eisini í eini familju, har hugsanir og áskoðanir kunnu peika ymsar vegir, men tó finna vit altíð aftur á slóðina, tí vit hoyra saman og eiga hvør sær lut í stóra felagsskapinum.
 
_ _ _
 
“Føroya flagg er hvítt krossmerki,” stendur fremst í grein 1 í flagglógini, og tað undirstrikar eisini, at føroyingar eru ein kristin tjóð, grundað á kristna læru og kristnan siðaarv, eins og tað hevur verið í øldir.
 
Eins og norðurlendsku grannalond okkara hava krossmerkið mitt í sínum fløggum, hava vit tað eisini í Merkinum – og tað er ein staðfesting av bæði okkara norðurlendska og kristna samleika. Krossin hava vit felags, og hann fortelur eisini, hvørji virði og hvørja mentan vit hámeta.
 
Tað er annars uppi í tíðini, at gerast skal upp við alt tað gamla og alt tað, vit annars hava sum grundarlag sum tjóð, men tað er kortini ikki nakað nýtt. Soleiðis yrktir Jóanes Patursson í sálminum “Boðar tú til allar tjóðir”:
 
                “Um nú nýggjar øldir líða,
                halt á somu leið várt starv,
                at vit ikki lata svíða
                dugnaloysi til hin arv,
                sum vit ervdu fedrum av;
                tá skal lyftið, sum tú gav,
                allan aldur Føroyum tryggja
                føroyingunum her at byggja.”
 
Vit eiga ein dýrabæran arv, sum vit hava fingið frá teimum, ið undan okkum eru farin, og sum vit eiga at bera komandi ættarliðum. Hetta land og hetta fólk, sum vit øll eru so ómetaliga góð við, hava vit øll ábyrgd fyri, og vit mugu ikki gloyma, at eins og vit byggja á herðarnar á okkara forfedrum, skulu okkara eftirkomarar byggja á okkara herðar.
_ _ _
 
Nú er vár. Eins og tjaldrið ber boð um ljósari tíðir, boðar flaggdagurin frá vári og komandi sumri. Tað er vón í luftini, vit kenna angan av grønkandi líðum, vit fegnast um hitandi sól og leikandi smálomb í líð. Páskirnar eru júst farnar framvið við boðskapi um uppreisn og vón. Undir Merkinum leggja vit allar ósemjur til viks og eru tilvitað sum eitt fólk.
 
Vit føroyingar eru eitt fólk og ein tjóð, men fyri tað eru vit ikki eins, og tað er júst ymiskleikin og fjølbroytnið, ið ríkar okkara samleika sum tjóð. Vit eiga at geva hvørjum øðrum pláss og rúm, tí tá gera vit tað eisini rúmsátt hjá okkum sjálvum.
 
Vit kunnu saktans vera ósamd og ymisk á máli, men mugu altíð vera takksom fyri, at tað, vit hava til felags, bindur okkum tætt saman. Alt hitt, sum vit ikki kunnu semjast um, er bara har, so vit kunnu fáa sett “kulør á tilveruna”, sum vit so ofta siga.
 
Tá ið týsku bumburnar í 1940 regnaðu niður yvir bretsku stórbýirnar, helt Winston Churchill ta tiltiknu røðuna, har hann staðfesti, at hann kundi ikki bjóða bretum annað enn "blóð, sveitta og tár", nú einasta vón teirra var at standa saman og at halda út.
 
Næsta ár eru 80 ár liðin, síðani Merkið fekk status sum flagg føroyinga. Tað skulu vit ikki taka sum eina sjálvfylgju, tí – fyri at brúka orðini hjá Churchill – so kostaði tað “blóð, sveitta og tár” at fáa Merkið, sum allir føroyingar í dag eru glaðir fyri, stoltir av og fegnir um at eiga.
 
Júst 100 ár eru liðin, síðani Merkið á fyrsta sinni varð borið fram av føroyskum studentum í Keypmannahavn, og síðani 1947 hava vit hildið 25. apríl sum flaggdag. Restin er søga, sum vit siga, og tað er tí við takksemi og eyðmýkt, at vit enn einaferð brúka henda dagin til heiðurs fyri Merki okkara og til minnis um tey, ið góvu okkum tað.
 
Við tøkk fyri høvið at siga nøkur orð her í dag, fari eg at ynskja okkum øllum somlum ein góðan flaggdag!
 
Takk fyri!

Annika Olsen
Borgarstjóri í Havn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo