Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á heimasíðuni hjá Havstovuni stendur at teir fara við Jákup Sverra at merkja tosk 28.09 til 05.10, sum øll vita, kemur allur fiskur aftur á somu leiðir at gýta, har teir sjálvir eru gýttir. (sí skjal her)

Tað sama er við flytifugli, teir koma og reiðrast um várið, um fuglafrøðingar fóru, at telja egg í september, oktober hevði fólk hildið, tað var heilt galið við teimum. Havstovan roynir beinleiðis at villleiða fólk tí teir tora ikki at viðganga teirra feilir ígjøgnum nógv ár.

Í desember 1992 tosaði eg og Helgi Fossdal við Jan Múller um meira lív var at síggja av æti í sjónum, og vit roknaðu við, at skjótt bleiv betri við fiskarínum, tað gingu nakrir dagar, so kom eitt lesarabræv aftur frá Havstovuni, um tað var nakað tvætl og fiskimenn høvdu dripið allan fiskin, og ongin fiskur kom aftur á grunnarnar, tey fyrstu nógvu árini.

Og ein Bygnaðarnevnd bleiv sett, sum skuldi ráðgeva hvussu fiskastovnarnir skuldu uppbyggjast aftur. Men longu í 1994 bleiv nógv meira av toski, og fiskifrøðingar komu við ymiskum óbrúkiligum frágreiðingum.

Í 2018-19 og 20 bleiv ov lítið av toski fiskað, so øll føðin bleiv etin upp, og tað endaði við at toskurin kom inn undir land, at leita eftir føði, tá øll føðin var etin, doyði nógv av toski í hungri, tað er ringt at vita, hvussu nógv 1.000 tons doyði, men tað vóru nógv.

Um ein hyggur eftir tilmælinum fyri tosk frá Havstovuni sæst at teir taka feil í umleið  60 % av tilmælinum, og teir sum arbeiða umborð á skipinum, og teir sum fylgja við natúruni, eru 2-4 ár frammanfyri fiskifrøðingarnar, sum halda teir klára at ráða yvir natúruni.

Í Sjóvarmál 25 09 2019 stendur. Hví er toskurin á Føroyabanka ikki komin fyri seg? hav.fo/PDF/Ritgerdir/2019/Sjovarmal2019.pdf

Men í 2020, MH hevði 12 tons av toski, 8.550 tons sum blivu seld ígjøgnum uppboðssøluna.  Av tí vóru 50 %  toskur 1, - 45%  toskur 2,  og bert 4%  var toskur 3. og 1 % var toskur 4.
Men ongin smáfiskur, hevði verið á Føroyabanka árini frammanundan, og Havstovan er ikki komin við nakrari frágreiðing, um hvar toskurin kom frá.
Á síðu 24 kunnu nakrar gitingar frá Havstovuni lesast í Sjóvarmál, um toskin á FB: hav.fo/PDF/Ritgerdir/2020/Sjovarmal2020.pdf

Búskaparráðið má seta seg inn í veruleikan, og hyggja eftir hvussu ofta fiskaloysi hevur verið ígjøgnum fleiri øldir, og hvussu  stovnsmetingarnar hjá Havstovuni passa. Nakað kann lesast ovast her: www.facebook.com/groups/678830728875156

http://www.vp.fo/news/obruktir-fiskidagar-ur-fiskidagaskipanini

Tá føðin svíkur, rímur fiskur, hvalur, fuglur, djór og fólk. Sjálvt plantur og trø doyggj tá ongin føði er. Men tá føðin er í vøkstri er vón fyri framman.

Tey seinastu 10 árini hevur bert smáur upsi verið á Føroyagrunninum, seinastu 35-40 árini hevur bert verið smáur og miðal upsi, so nógv av heilt stórum upsi sum nú, hevur ikki verið at fingið við Føroyar, so leingi sum fiskimenn minnast.

Havstovan og Búskaparráðið verða noydd at viðganga veruleikan um ferðing hjá fiski.

Eyðun Hansen
Vestmanna
28 03 2022 
 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo