Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Føroya Skótasamband: 3. februar 2013 kom aftur gongd á skótavirksemi í Vágum. Henda dag var Skótalið Einar Petersens sett á stovn í Sørvági, og vóru tað Tordis Nielsen og Borgarhjørt Larsen, ið tóku stig til tað.

Skótaliðið heldur í dag til í Sýsluni í Sørvági, har tey hava fundir tvær ferðir um vikuna – mánadag eru úlvar (1.-4. flokk) og hósdag eru skótar (5. - 10. flokk). Virksemið er sera fjølbroytt frá bureisingararbeiði og matgerð á báli til heimayrki og náttúrulæru.

Skótaliðið í Sørvági er partur av Føroya Skótasamband (Gulu skótunum í Føroyum) og hevur verði ein av hornasteinunum í hesum felagskapi síðan stovnsetingina.

Skótalið Einar Petersen hevur verið fastur luttakari á summarlegum í Føroyum, Danmark, umframt at skótar úr liðnum eisini hava luttkið á altjóða skótastevnu í Japan.

Føroya Skótasamband ynskir Skótaliði Einar Petersen hjartaliga tillukku við fimm ára stovningardegnum og ynskir góðan byrð frammyvir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo