Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið kom í onkrar góðar støður, men fyri fyrstu ferð í níggju kappingardystum, eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið hjá mótstøðuliðnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF:

Lat tað verða sagt beinanvegin: Betra liðið á Hampden Park mikukvøldið vann dystin. Og sigurin var uppiborin.

Men 4-0 ti heimaliðið var kanska ikki heilt í tráð við leikgongdina, tí um eitt lítið sindur av hepni og avgerandi neyvleika var við føroysku spælarunum, so fingu Føroyar eisini okkurt mál. Men soleiðis varð ikki, og øll stigini vóru verðandi í Skotlandi.

Skotar komu á odda í sjeynda minutti, tá teir struku avstað í teirra vinstru síðu. Men lítla løtu seinni var heilt nær við, at Brandur Olsen javnaði. Skálvíkingurin royndi seg við góðum skoti, men bara ein framúr bjarging frá skotska málverjanum gjørdi, at Skotland var á odda 1-0 í steðginum.

Í seinna hálvleiki settu skotar seg alt meir á dystin, og heimamenninir fingu eisini trý mál afturat, og vunnu til endans 4-0.

Føroyska liðið spældi annars væl til tíðir, men veruliga vandamikið framman fyri skotska málið gjørdist tað ongantíð.

Í hinum báðum dystunum í okkara bólki vann Danmark 4-0 á útivølli móti Eysturríki, og í Moldova vann Ísrael 4-1.

4. og 7. juni skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá fyrst Ísland og síðan Liktinstein koma til Føroyar at spæla venjingardystir. Næstu HM-undankappingardystirnir eru á skránni fyrst í september mánað.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo