Peter "Snakebite" Wright er heimsmeistari í dart eftir finalusigur á Michael Smith.
51 ára gamli Wright vann finaluna mánadagin við 7-5 móti bretanum Michael Smith í Alexandra Palace í London.
HM-sigurin gevur honum 500.000 pund svarandi til góðar 4,4 milliónir krónur, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo