At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnudagin tann 8. mai kl. 16 fer Vestmanna Sangkór at hava konsert í Vestmanna Kirkju. Tað er í samband við, at kórið fer til Edinburgh tann 13. mai, og fer at syngja í trimum kirkjum har fríggjadag, leygardag og sunnudag. Hetta verður í kendum kirkjum í miðbýnum í Edinburgh: St. Giles’ Cathedral í High Street, Canongate Church á The Royal Mile og Cuthbert’s Church við Lothian Road.

Sunnudagin fer kórið at syngja úr stóru skránni til Skotlandsferðina við fjølbroyttum úrvali av føroyskum o.ø. norðurlendskum sangum.

Við konsertini nýtir Vestmanna Sangkór eisini høvið at takka p/f Vesturbúgvanum, p/f LUNA og Vestmanna Kommunu fyri stuðul til ferðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo