Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

EM-undankapping, bólkur I: Skottland upplivdi í kvøld sín helst ringasta og mest eyðmýkjandi ósigur nakrantíð, tá liðið á útivølli tapti heili 3-0 ímóti Kasakstan.

Kasakstan kom á odda 2-0 innanfyri teir fyrstu tíggju minuttirnar, og í mun til dystin á Svangaskarði fyri skjótt 17 árum síðan so megnaði Skottland ikki kom upp á javnt í dystinum í kvøld.

Í staðin gjørdi kasakstanski Baktiyar Zaynutdinov tað, sum Føroyar skuldu havt gjørt í september 2002, og økti til 3-0 til í 51. minutti.

Nú eftir dystin er helst rímiligt at føra fram, at starvið hjá skotska landsliðsvenjaranum Alex McLeish er í stórum vanda.

Hini fýra liðini í bólki I eru annars Kýpros, Belgia, Russland og San Marino.

Skottland fær tað uttan iva trupult at koma víðari úr bólkinum, men kann um ikki annað troysta seg við, at liðið hevur góðar møguleikar at vinna ímóti San Marino.

Umfarið í kvøld var tað fyrsta av tíggju í bólki I.

Dystirnir í bólki I í kvøld:

Kýpros-San Marino 5-0
Belgia-Russland 3-1
Kasakstan-Skottland 3-0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo