Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Skoytibreytin letur upp í dag 7. desember 2020 á niðara vølli í Gundadali kl 14. Opið verður hvønn gerandisdag millumkl. 14 og 22, leygardag millum 10 og 22 og sunnudag millum 14 og 22.

Stongt er tó jólaaftan og jóladag. Annan jóladag verður opið frá 16 til 22, nýggjársaftan frá 14 til 17 og nýggjársdag frá 16 til 22.

Skúlar, barnagarðar og stovnar annars kunnu leiga breytina. Vendið tykkum til itrott@torshavn.fo ella á fartelefon 291470. Til ber hjá stovnum at skoyta mánadag til fríggjadag millum kl. 9 og 14.

Nærri kunning um skoytibreytina fæst við at skriva til itrott@torshavn.fo

Reglugerð fyri skoytibreytina
Á skoytibreytini skal tað vera stuttligt at vera, men nakrar reglur eru:

1. Hav fyrilit fyri øðrum og ansa tær sjálvum - vandamikið spæl og óansin framferð á breytini eru ikki loyvd.

2. Skoytitíðin er í mesta lagi 60 minuttir.

3. Børn, sum eru 7 ár og yngri, skulu vera undir eftirliti av vaksnum.

4. Tað er ikki loyvt at skoyta ávirkaður av rúsevnum ella at roykja á breytini.

5. Eingin ábyrgd verðu rtikin fyri virðislutir o.ø.

6. Mælt verður til at nýta súkkluhjálm.

7. Tað er ikki loyvt at hava djór á breytini.

8. Tað er ikki loyvt at kasta pappír o.a. á breytina.

9. Tað er ikki loyvt at gera skaða á breytina ella girðingina við skoytum ella øðrum hvøssum lutum.

10. Tað er ikki loyvt at sita á ella hoppa upp um girðingina kring breytina.

11. Viðmerkingar kunnu sendast á t-post: hollin@torshavn.fo ella ring 29 14 70.

12. Boð frá starvsfólkinum skulu fylgjast uttan drál, annars kann tað viðføra burturvísing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo