Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Flestu føroyingar eiga nóg mikið av mati inni til umleið tríggjar vikur. Tó verður nærum alt frískt grønmeti innflutt.

Hvat gera vit, sigla skipini ikki, og flogførini ikki lenda í longri tíðarskeið?

Hvussu kunnu føroyingar sjálvir framleiða meira mat, so Føroyar gerast sjálvbjargnar?

Flestu føroyingar eiga nóg mikið av mati inni til umleið tríggjar vikur. Tó verður nærum alt frískt grønmeti innflutt.

Hvat gera vit, sigla skipini ikki, og flogførini ikki lenda í longri tíðarskeið?
Hvussu kunnu føroyingar sjálvir framleiða meira mat, so Føroyar gerast sjálvbjargnar?

Almennu Føroyar hava onga tilbúgvingarætlan fyri landið, hvørki viðvíkjandi mati ella heilivági.

Sambært spurnakanning hjá Fróðskaparsetri Føroya, eiga flestu føroyingar mat heima til tríggjar vikur, men mestsum einki av hesum er grønmeti.

Matveitingartrygd ella tilfeingi verður ovast á breddanum í Umhvørvisvikuni í døgunum 5. til 9. mai. Skráin sæst HER

Eins og undanfarin ár verður eitt nú áhugavert evniskvøld í Reinsarínum.

Nógv onnur tiltøk eru eisini í Umhvørvisvikuni. Plantumarknaður verður í miðbýnum, og afturvendandi tiltakið “Plantið eitt træ”, har tú kanst ogna tær gagnplantur, verður somuleiðis í Umhvørvisvikuni.

Skipað verður eisini fyri ymsum túrum og verkstovum.

Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu og Visit Tórshavn samskipa Umhvørvisvikuna. Tit eru vælkomin at venda tykkum til Visit Tórshavn á tlf. 30 24 25 við spurningum.

Nærri kunning her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo