Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Um vit avtaka avtaka skrásetingargjald á bilar, so hevði palliba spart nógvar pengar og landskassin fekk tað sama burtur úr.

Landskassin fær stórar inntøkur av ymiskum skattum á bilar.

Árligar inntøkur landskassans eru:

skrásetingargjaldi 188 mió.
vegskatti 134 mió.

Sum tølini vísa omanfyri, so kunnu vit tvífalda vegskattin og leggja uml. 1 krónu omaná prísin á teimum 25 mió. litrunum av diesel og bensin. So gevur tað sama úrslit fyri landskassan

Hetta hevði gjørt, at bilar høvdu kostað minni og fólk sluppu undan at taka billán til at gjalda avgjald til landskassan. Vinningurin hjá bilasølum hevði eisini lækkað, tí tað hevði verið møguligt at keypa bilar uttanlands.

Tryggingarnar betala árliga umleið 100 mió. fyri biltryggingarskaðar. Hetta hevði verið munandi lægri, tí bilar kosta minni og teir kunnu skrottast fyrr og seljast til onnur lond har umvælingar eru bíligari.

Um onki skrásetingargjald skal gjaldast, ber til at útflyta bilar, tá teir eru t.d. 6-9 ára gamlir. Harvið hevði bilparkin verið nýggjari og bilarnir tryggari og meira umhvørvisvinarligir. Somuleiðis bøtir tað um pantvirði hjá teimum á niðastu rók.

Bilasølur í Føroyum hava væl hægri vinning enn í øðrum londum. Hesin vinningur hevði rættuliga skjótt lækkað til tað sama sum í øðrum londum.

Vit høvdu eisini sloppið undan avsláttri á 70.000 á nýggjan bil o.s.fr. sum ger at tey sum kenna tey røttu, fáa avsláttur, meðan onnur noyðast at gjalda fullan prís.

Somuleiðis veit eingin í dag hvat virði er á einum 4 ára gomlum bili.

Og hetta hevði eisini gjørt, at øll høvdu ráð til ein bil sum riggar.

Bíligasti nýggi bilurin eg sá í Týsklandi hevði við 25% MVG kostað 62.000.

Somuleiðis hevði hetta munað best hjá teimum á niðastu rók.

Gamaní høvdu tey "ríku" kunnað keypt uppaftur dýrari bilar. Og handilsjavnin hevði versnað tí vit keyptu fleiri og dýrari bilar.

Men vit høvdu eisini útflutt nakrar, sum annars verða tærdir burtur av okkara veðurlagi.

Í ár lána fólk 188 mió. frá bankanum, sum tey so flyta til landskassan.

Men bankin fær rentuinntøkuna.

Hetta hevði palliba so eisini spart.

Helst má tað gerast í stigum. Kanska yvir 5 ár.

eivind jacobsen
strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo