Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hvat vilt tú við tíni skriving? Ein viðkomandi og ærligur spurningur. Óivað er tað viðhvørt torført hjá lesaranum at finna tann reyða tráðin.

Ikki altíð er handverkið í lagi. Tað kemur eisini fyri, at málsviðgerðin ikki er nøktandi. Tá er tað kærkomið, at lesarin sigur frá og rættleiðir. Tað er einans fávitskan, ið er útlærd og fulltikin. Kynstrið at taka við læru ber framá í dygd.

Svarið til spurningin er einfalt og barnsligt. Tók sum ungur gudfrøðingur ta avgerð, at tíðin skuldi nýtast til at siga tað gódu søguna um Jesus.

At seta boðskapin um Jesus inn í lív og gerandisdag fólksins gjørdist mín lutur. Tað er júst hetta, ið liggur mær á hjarta, hóast lærdómurin er gudfrøði við lærdan háskúla.

Prædikan í talu og skrift hevur tvinni endamál. Tað fyrra endamálið hevur yvirvág og treytar tað seinna. Møguliga renna tey bæði saman í eitt, alt eftir hvussu vit liva sum lærusveinar Jesu og útinna tænastuna.

Tað fyrra endamálið hevur Jesus Krist sum innihald. Tað sum fremst av øllum nemur mítt yrki er at boða gleðiboðskapin um Jesus. Ynski at endurgeva Halgubók og serliga Nýggja Testamenti.

Fyri mær er Bíblian Guds orð kveikt til lívs í menniskjum av Guds Heilaga Anda. Tað gjørdist ikki avgerandi fyri mína trúgv ella mín lærdóm, hvussu hetta hongur saman.

Havi als onga trongd til at gera spurningin avgerandi, um Bíblian er Guds orð ella orð um Gud. Havi tilvitað valt at halda meg til Bíbliuna sum grundarlag fyri mínum virki, hóast ikki alt letur seg skilja út frá fakligum lærdómi ella barnsligari trúgv.

Tó, ein snávingarsteinur er tað fyri mína trúgv, at skaldið í GT biður ilt yvir onnur menniskju. Hinvegin er tað trúnni gagnligt, at Bíblian lýsir tann óndskap, ið kann hertaka menniskju við oyðandi villskapi.

Søgan um Jesus sigur mær alt. Hon er fyri mær svarið til lívsins stóru spurningar og loyndardóm heimsins. Søgurnar um Jesus eru orð um Harran, loysnaran og frelsaran. Søgan um Jesus er partur av mínum samleika, ja tann berandi og myndandi parturin av míni hugsan og verki.

Tess vegna er skrivingin ikki einans objektiv frásigandi. Meginreglan er at handfara skriftina virðiliga í trúskapi móti skriftini og við virding fyri teimum, sum lesa andaktirnar ella hoyra prædikurnar.

Undirritaði ásannar og váttar, at tað subjektiva er sjónligt í skriving og talu. Tá ið orð Guds er myndandi fyri alla hugsan og vorðið persónligt í eins egna hjarta, er tað ómøguligt at handfara skrivingina ella prædikuna 100% objektivt.

Eg má vera ærligur og siga, at eg vil nakað ávist við míni skriving og prædiku. Eg vil føra menniskju til livandi trúgv á Jesus, eins og eg sjálvur var leiddur til Jesus av øðrum menniskjum. Tað er tað størsta, ið er hent mær, at eg við Heilaga Andans hjálp kom at kenna Jesus sum ein undurfullan frelsara.

Møtti Jesusi í ungum árum. Lat hjartadyrnar upp á víðan vegg og gav frelsara heimsins innivist í mínum lívi. Tað sigur seg sjálvt, at alt mítt virkið á ein hátt er subjektivt. Ynski av huga og sál, at onnur menniskju mega kenna ta fyllu og gleði, ið Jesus megnar at geva. Friðurin, hvíldin og hitin í føvningi frelsarans.

Tað seinna endamálið er at vera menniskjum til hjálpar og signingar. Tað er mítt ynski og kall hóast væl vitandi um, at her er langt á mál bæði persónliga og í tí almenna yrkinum. Munurin millum ætlan og veruleika er sjónligur. Eg standi verjuleysur, tá ið vælmeinandi fólk vísa mær á henda sannleikan.

Onkuntíð eydnast okkurt smávegis. Tað er ikki sømiligt at siga ov mikið um tað, tí Halgabók ávarar móti sjálvgóðsku og sigur, at høgra hond ikki skal vita um tær góðgerðir, ið tann vinstra hondin avrikar.

Til heiðurs og æru fyri tí livandi Gudi verður vitnað, at nógv menniskju hava givið mær mikla gleði við umsorgan og miskunnarverki. So ómetaliga nógv góð fólk gera lívið hjá øðrum menniskjum ríkt og vælsignað. Vit kenna nøkur átøk, t.d. neyðhjálp heima og úti í heimi, Barnabati, Reyðikrossur og Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.

Biði Harran um náði og vísdóm, so onkur fær gott av míni kirkjuligu tænastu. Biði Harran reka hugmóð og stoltleika burtur úr hjarta mínum.

Havi tað gott, hóast onkur metir, at andsevnini ikki strekkja til. Eri nøgdur, bara vitnisburðurin um Jesus verður borin reinur og sannur við Heilaga Andans kraft. Havi fingið nakað týdningarmikið frá Harranum. Tað vil eg fegin geva víðari á ein persónligan hátt, ið møguliga kennist subjektivur.

Amen.

Orðið: ”Tað, sum vit hava sæð og hoyrt, boða vit eisini tykkum, fyri at eisini tit mega hava samfelag við okkum; men samfelag okkara er við faðirin og við son hansara Jesus Krist.” (Fyrsta almenna bræv Jóhannusar 1,3).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo