Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Starv sum skrivstovufólk í Familjufyrisitingini er leyst at søkja við starvsbyrjan 1. november 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.

Talan er fyribils um farloyvisstarv fram til 1. oktober 2021.

Lýsing av Familjufyrisitingini
Familjufyrisitingin hevur síðan tann 29. juli 2018 umsitið ymiskar uppgávur á familju- og persónsrættarliga økinum, m.a. mál um barnagjøld, faðirskap, samveru, hjúnaskilnað, ættleiðing og verjumál.

Áðrenn 29. juli 2018 vóru tað Ríkisumboðið og partvís Landfútin, ið umsótu hesi øki, sum Familjufyrisitingin nú varðar av.

Tú kanst lesa meira um arbeiðsøkið hjá Familjufyrisitingini á heimasíðu okkara www.famf.fo.

Arbeiðsuppgávur
Sum skrivstovufólk á Familjufyrisitingini skalt tú í høvuðsheitum

• málsviðgera og taka avgerðir á barnagjaldsøkinum

• viðgera faðirskaparmál

• leiðbeina viðskiftafólki okkara

• skriva hjúnaskilnaðar- og sundurlesingarloyvi,

• innkalla viðskiftafólk til fundir og barnaserkøna ráðgeving, og

•røkja fyrifallandi uppgávur á stovninum

Førleikakrøv

• Tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving ella royndir.

• Tú hevur góðar fakligar førleikar og loysir uppgávur við høgari dygd.

• Tú hevur tænastulyndi, dámar væl at hava beinleiðis samband við viðskiftafólk, og ert før/-ur fyri at veita teimum eina góða tænastu.

• Tú hevur áhuga fyri familjurættarliga økinum og megnar at arbeiða við fólki, ið stundum eru í kreppustøðu og merkt av sterkum kenslum og stríði.

• Tú hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og eingilskum.

• Tú hevur góðar telduførleikar og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.

• Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt – og samstundis at arbeiða í tøttum samstarvi við løgfrøðingar og onnur starvsfólk.

• Tú ert væl skipað/-ur, hevur evni at hava fleiri bóltar í luftini í senn og letur teg ikki  streingja av hesum. Samstundis ert tú fleksibul og før-/ur fyri at tillaga teg, um umstøður ella uppgávur broytast.

• Tú hevur góðar sosialar førleikar og jaligan hugburð.  

• Royndir á familjurættarliga økinum ella í aðrari almennari umsiting er ein fyrimunur, men eingin treyt.

Familjufyrisitingin kann bjóða tær

• eitt fjølbroytt, mennandi starv í nýggjari føroyskari fyrisiting, ið er undir støðugari menning

• góða upplæring

• eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi, har trivnaður er í hásæti

• ein gerandisdag saman við hugagóðum og hjálpsomum starvsfeløgum, har dentur verður lagdur á at taka rættar og greiðar avgerðir og at veita viðskiftafólki okkara eina góða tænastu

• eitt starv í einum sterkum fakligum umhvørvi, við góðum møguleika fyri fakligari og persónligari menning.  

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Umsókn
Umsókn skal sendast til:

Familjufyrisitingin
undir Bryggjubakka 27

FO-100 Tórshavn

ella við telduposti til: famf(at)famf.fo 

Umsókn við prógvi, CV og møgulig avrit av øðrum skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. oktober 2020, kl. 12.00.

Setanarsamrøður verða væntandi hildnar í viku 41 ella 42.

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Monicu Hjelm Rasmussen, stjóra, á tlf. 20 22 20, ella við telduposti til famf(at)famf.fo

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo