At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Verkætlanar partarnir: So eru fyribilsúrslitini umsíðir tøk. Seinkingin skyldast, at vit hava bíðað eftir analysutilfari úr Kina nú í ein mánað.

Um mánaðarskiftið apríl/mai luttóku í alt 1075 føroyingar í aldrinum 0-100 ár í kanningini av skuggatalinum, helvt um helvt kvinnur og menn. Hetta svarar til 72% av teimum, sum fingu innbjóðingarbræv, og tey umboða alt landið. Ein stórur partur av teimum, sum ikki luttóku, hava av ymsum grundum neyvan móttikið innbjóðingarbrævið, t.d. tí tey vóru burturstødd, til skips e.a.

Úrslitini av skuggatalskanningini vísa, at 6 av luttakarunum høvdu andevni móti koronavirus í blóðinum. Hettar merkir, at tey hava havt koronasmittuna. Rokna vit tað um til prosent, hava 0.6% (95%-konfidensinterval 0.1% – 1.0%) av luttakarunum andevni móti koronavirus. Hetta svarar til 313 persónar, um vit umrokna úrslitið úr tilvildarliga útvalda bólkinum í skuggatalskanningini til at umboða alt Føroya fólk, sum beint nú er 52.154 íbúgvar (hagfrøðiliga liggur rætta talið við 95 % vissu millum 52 og 522). Samanbera vit hetta við almenna talið fyri korona (187 sjúk), sum er 0.4% av øllum fólkinum, er okkara úrslit eitt vet hægri.

Ein donsk kanning frá Statens Serum Institut vísti, at 1,1% av tilvildarliga valdum dønum høvdu andevni móti korona mátað við somu test, sum vit hava brúkt í føroysku kanningini, og sum verður mett at vera millum mest álítandi testir á marknaðinum. Í donsku kanningini høvdu tey bjóðað 2600 tilvildarliga valdum borgarum yvir 18 ár, men bert 1071 luttóku (41%). Hetta ger so, at danska kanningin skal takast við størri fyrivarni enn okkara.

Sostatt benda okkara úrslit á, at rætta talið av fólki, sum hava havt koronasjúkuna í Føroyum, bert er eitt vet hægri enn tað, sum vit longu hava funnið við teimum kanningum, ið eru gjørdar við at pota í hálsinum. Men vit funnu so eisini, eins og onnur hava funnið, at nøkur av teimum við ávísiligum andevnum í blóðinum als ongi sjúkueyðkenni høvdu havt – altso tey vistu ikki, at tey høvdu havt sjúkuna. Onnur søgdu so, at tey høvdu havt varhugan, men vórðu ongantíð kannað.

Samanumtikið vísir okkara kanning, at smittufyribyrgjandi arbeiðið í Føroyum hevur virkað væl, tí skuggatølini eru so lág.

Vit vilja takka øllum teimum mongu, sum luttóku og ikki minst bioanalytikarunum, sum tóku allar blóðroyndirnar. Eisini takka vit Lundbeckfonden og felagnum Nótaskip, sum hava stuðlað hesi verkætlan og tí kanning, sum vit eftir ætlan fara at gera í heyst, tá vit fara at endurtaka kanning av skuggatølum.

Verkætlanin er gjørd í samstarvi millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya. Sjálv kanningin er skipað á Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu og evnafrøðiligu greiningarnar eru gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo