Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hava nú hoyrt um valið í Noregi.

Grundleggjandi eru vit samd um, at frí val eru partur av okkara demokrati.

Tú velir tann persón ella flokk, sum tú hevur hug til, men hvussu gagnligt er hetta val?

Úr Noregi frættu vit, at nærum ein millión veljarar ikki ynsktu at velja sama flokk til hetta valið, sum seinast.

Og hvat sigur hetta mær?

Ymisku flokkarnir boðað frá sínum stevnuskráum, men hvussu nógv ána, hvønn politikk tey velja?

Tað sama er galdandi í okkara landi.

Hjá mær er ongin ivi. Eg velji mín flokk vegna stevnuskránna.

Um eg eri ósamdur við ymist, hvagar skal eg so fara?

Møgulig ónøgd við mannskapið í mínum flokki vænti eg sjálvsagt onga loysn fyri í øðrum flokki.

Komi í hesum sambandi at hugsa um ein vinmann, sum velir Tjóðveldi. Onkuntíð koma vit saman og tosa um politikk, og hann mælir mær til at velja hansara flokk.

Tá eg so fari nærri inn í støðuna um innara politikkin og avleiðingar, so kvettir hann av: Veits tú hvat Eyðun: "Eg havi als ikki forstand uppá politikk"!

Sami tanki hendi meg, tá eg hoyrdi um kanning í Føroyum um: "Hvønn ynskir tú sum løgmann"? 

Flestu nevndu Axel  V Johannesen. Um mær varð settur spurningurin, so svaraði eg ikki Axel.

Eg vil ikki hava ein partapolitiskan leiðara úr Javnaðarflokkinum.

Annað er, um tú fert í samgongu og skal taka støðu í mun til floksstyrkina.

Í okkara smáu samfeløgum hava flestu varhugan av, hvat hini velja partapolitiskt, men tá persónlig vinarbond eru treytað av, hvønn flokk tú velir, so tykir hetta mær ovboðið!

Eyðun Mohr Viderø
15.09.2021

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo