Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

- Eg eri ómetaliga glaður um, at vit nú kunnu bjóða næmingum, starvsfólkum og foreldrum í Klaksvíkar kommunu innaftur undir sama tak í ein spildurnýggjan, samanbygdan fólkaskúla á Skúlatrøð við nútímans amboðum og innbúgvi, sigur ein fegin Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum leygardagin kann bjóða borgarum at fáa rundsýning á Skúlatrøð.

Komandi leygardag, 30. mai 2020, verður fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at síggja og uppliva nýggja skúlabygningin á Skúlatrøð, har tey, ið hava áhuga, kunnu fara á heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu og melda seg til eina rundsýning á skúlanum.

Ein sannur gleðidagur
- Hetta er størsta einstaka byggiverkætlan nakrantíð hjá Klaksvíkar kommunu, sum hevur tikið sína tíð at fremja, og tað hevur eisini verið ein drúgv og krevjandi bíðitíð hjá teimum mongu, sum hava sín dagligdag á skúlanum, staðfestir borgarstjórin.

- Vit skylda tí bæði næmingum, foreldrum, lærarum, leiðslu og starvsfólkum skúlans annars eina hjartans tøkk fyri tað tol, tey hava víst í byggitíðini, og hvussu væl tey hava megnað at arbeitt og húsast á ymiskum matriklum.

- Tí verður tað ein sannur gleðidagur leygardagin, tá vit fyri fyrstu ferð fara at lata dyrnar upp fyri borgarum okkara og bjóða inn til at síggja og uppliva henda vakra og nútímans skúla, sum vit øll nú eiga á Skúlatrøð, sigur Jógvan Skorheim, ið gleðir seg til stóra dagin.

- Nógvir leikir eru, sum kunnugt, í drúgvum talvi, og enn restar at fremja 2. og 3. byggistig á Skúlatrøð, sum vit í næstum fara undir at fyrireika, men tað skerst ikki burtur, at vit við hesum fyrsta og nógv størsta byggistiginum fyri umleið 110 mió. kr. hava tikið tað tyngsta og mest týðandi takið, tí við hesum verða allir næmingar og starvsfólk skúlans aftur savnaði undir sama tak í rúmligum hølum við nútímans amboðum og innbúgvi.

Tilmelding til rundsýning
Rundsýningin í nýggja skúlabygninginum verður skipað soleiðis, at øll, sum hava áhugað, kunnu fara á heimasíðuna www.klaksvik.fo og melda seg til.

Rundsýningin er sjálvsagt ókeypis, men má skipast við eini tilmeldingarskipan, soleiðis at ov nógv fólk ikki verða savnað samstundis.

100 fólk kunnu luttaka til hvørja rundferð, sum byrjar við einum stuttum filmsbroti í nýggju stásiligu miðhøllini, har borgarstjórin bjóðar vælkomin, og stuttar heilsanir frá skúlastjóranum og øðrum verða vístar.

Bispur vígir skúlabygningin
Sum vanligt er, so er tað Føroya biskupur, sum vígir skúlabygningin, og soleiðis verður tað eisini leygardagin 30. mai. Men orsakað av korona-tilmælunum er vígslan einans fyri innbodnum. Tó verður vígslan stroymd á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, og hava øll tískil møguleika at fylgja við har.

Eftir vígsluna er tó, sum kunnugt, møguleiki hjá almenninginum at tekna seg til rundsýning í skúlanum, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo