Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

RFF: Við skúlatasku á bakinum fara eini 650 børn í vikuni fyrstu fetini eftir skúlavegnum. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Ráðið fyri Ferðslutrygd fer saman við kommunum at minna øll vegfarandi á at ansa eftir skúlabørnunum á vegunum. Hetta við plakatum við skúlar, sum skulu minna bilførarar á at ansa serliga væl eftir. Skeltini hava boðskapin, "Skúlabørn - ver varin".

Skúlabørn - ver varin
Seinastu árini hevur Ferðslutrygd havt skelti við í átøkum, tá talan hevur verið um ferð. Á fyrsta sinni eru kommunur í ár bodnar at vera við í átaki, har mint verður á varsemi í sambandi við skúlabyrjan:

- Vit hava í sambandi við átakið "Halt hámarksferðina" seinastu tvey árini bjóðað kommunum skelti til vegirnar. Eftirmetingarnar vístu, at hetta riggaði væl, og fleiri kommunur vístu á, at tær eisini hildu skúlabyrjan vera eitt hóskandi høvi at minna bilførarar á at ansa eftir í ferðsluni, sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ferðslutrygd og heldur fram:

- Vit skulu altíð geva bleytu ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin, sigur Brynhild Høgnadóttir.

12 kommunur heingja plakatir upp
Tær kommunurnar sum hava tikið av tilboðnum um skelti eru: Tórshavnar -, Klaksvíkar -, Runavíkar-, Vága -, Fuglafjarðar -, Eiðis -, Hvalbiar -, Kvívíkar -, Sunda -, Skopunar -, Sjóvar kommuna og Eysturkommuna.

Tilfar til foreldur
Men skelti gera tað ikki einsamøll. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við børnum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.

- Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur, at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum ella bara við at hyggja í eina bók. Tí mæla vit til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum, tí tað krevur nógva venjing at gerast ein góður vegfarandi. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt, greiðir Brynhild Høgnadóttir frá Ferðslutrygd frá.

Fyrsta dagin fáa allir næmingar í 1. flokki ein súkkluhjálm og faldara við góðum ráðum til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð og venjingar at finna á rff.fo. Í heyst fáa tey yngstu endurskinsvest og taskuendurskin. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.

- Tað eru tíbetur sjáldan, at børn í føroysku ferðsluni fáa skaða, og hetta er millum annað tí, at foreldur duga væl at ansa eftir teimum, og hesum skulu vit halda fast í, sigur Brynhild Høgnadóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo