Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Korona.fo: Eitt avbjóðandi og skúlaár stendur fyri framman. Korona-farsóttin, sum merkti okkum øll nógv í fyrru hálvu av 2020, ger nú aftur um seg og fer at merkja skúlabyrjanina. Sum landins størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi er tað sera umráðandi, at vit ansa eftir hvør øðrum og gera alt, vit kunnu, fyri at seta trygd og heilsu fremst.

Fyri at fáa eitt rúmari skotbráð at fylgja gongdini við smittuni og taka neyðugu stigini fyri at fáa eina trygga skúlabyrjan hava vit gjørt av, at allir næmingar og lærlingar á fyrsta ári møta mánamorgunin 17. august kl. 08:10, og ikki hósdagin 13. august, sum ætlanin var. Skráin fyri dagin verður tillagað og send út seinni.

Fyrivarni skal takast fyri, at broytingar kunnu koma fyri.

Glasir heitir tí á næmingar og foreldur um at fylgja væl við í kunningini í teldupostum og á heimasíðu skúlans.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo