Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vánaliga internetsambandið í Suðuroynni ávirkar gerandisdagin á Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum í stóran mun.

Undirvísingin er í stóran mun tengd at internetinum. Miðjað verður ímóti, at skúlarnir í mest møguligan mun eru pappírsleysir sum ein liður í eini grønari kós. Størsti partur av undirvísingartilfarinum er umvegis internetið sum s-bøkur og annað tilfar. Stórur partur av samskiftinum og skrásetingum á skúlunum fer fram umvegis internetið, eins og allar innlatingar fara fram umvegis internetið.

Serliga óheppið er tað fyri teir 37 næmingarnar í  3. flokkunum á Miðnámsskúlanum, sum í løtuni skriva Breytaverkætlan, ið er ein týdningarmikil próvtøka. Næmingarnir hava tørv á at finna tilfar og kunning á netinum fyri at gera hesa verkætlan. Próvstovan er kunnað um viðurskiftini og atlit verða tikin.

Sum støðan er nú, eru viðurskiftini als ikki nøktandi fyri framkomnar skúlar. Skúladepilin vónar, at ein loysn verður funnin skjótast gjørligt, so vanliga virksemið kann halda fram á skúlunum.

Skúlarnir heita eisini staðiliga á tey, sum varða av internetsambandinum um at framtíðartryggja hetta, so støðan ikki endurtekur seg.

Heilsuskúli Føroya og Miðnámsskúlin í Suðuroy

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo