At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Smittutrýstið er ov høgt í løtuni, ynskið er at halda eini so vanlig jól sum gjørligt, men nú omikron smittan er staðfest í sjúkrahúsverkinum kunnu vit ikki sita hendur í favn.

Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi um støðuna sum er beint nú.

- Vit eru enn í gula økinum, men hesar broytingar verða gjørdar næstu dagarnar:

  • Nú kunnu í mesta lagi 100 fólk savnast við koronapassi og 20 uttan koronapass.

  • Allir skúlar verða stongdir og næmingarnir sendir heim frá mikudegnum 15. december. Frítíðarskúlar verða eisini stongdir, men dagstovnar eru undantiknir.

  • Náttarlív og matstovur skulu lata aftur kl 23 á kvøldi - hjálparpakki er á veg í tingið í hesum sambandi.

  • Jólaborðhald skulu bert haldast saman við teimum, sum ein vanliga er saman við, og í mesta lagi 20 fólk skulu vera við.

  • Handlar skulu tryggja spritt, reinføri og at neyðug frástøða kann haldast.

  • Kanningar við markið verða aftur settar í verk í næstum - tað er ikki greitt júst nær tað byrjar.

Løgmaður heitti eisini á allar gestir úr útlandinum, sum koma til landið um jólini, um at fara í heimauppihald í 2 dagar og lata seg kanna á øðrum degi eftir komu.

Tummas í Garði, læknastjóri, nevndi, at 28 starvsfólk á Landssjúkrahúsinum eru smittað, harumframt eru nógv starvsfólk í sóttarhaldi, men summi fáa ikki verið í sóttarhaldi, tí tey kunnu ikki verast fyri uttan. Flestallar skurðviðgerðir, sum kunnu, eru útsettar.

Tú kanst fylgja við tíðindafundinum her

Les síðuna hjá løgmansskrivstovuni her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo