Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í kjakinum um forskúlar hoyra vit, at dagstovnar hava eitt skipað tilboð til børn 6-7 ára gomul; í summum dagstovnum verður hetta rópt skúlastova ella skúlabólkur.

Hetta tilboðið er í mongum førum ikki nóg gott, heldur Súsanna Olsen, tí tað er merkt av vantandi tilfeingi, vantandi pengum og av at vera óskipað, tað vil siga, at tað er tilvildarligt og tengt at teimum persónum, ið starvast har.

Tað undrar eisini Súsonnu Olsen, námslektara á Námsvísindadeildini, at fakfelagið hjá námsfrøðingum tvíheldur um, at námsfrøðingarnir skulu vera um hesi børnini, tá ið tað er ein veruleiki, at so stórur partur av námsfrøðingastørvunum eru sett við ófaklærdum fólki.

- At ansa og menna børn hjá øðrum er ikki eitt arbeiði fyri ófaklærd. Hetta er ein professiónell uppgáva, sum skal loysast av professiónellum; eitt er, at tú kanst ansa og vera um tíni egnu børn, og tú hevur nakrar førleikar í mun til tað, men tað er als ikki tað sama sum at vera um børn hjá øðrum. 

Súsanna Olsen mælir teimum, ið ganga á odda fyri Lærarafelagið og Pedagogfelagið, um at seta seg saman at tosa um samstarv.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo