Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Statsskuldin hjá USA hevur kós ímóti hæddum, har hon ikki áður hevur verið.

Sambært forsøgn hjá fíggjarmáladeildini í Kongressini, CBO, fer statsskuldin næstu 30 árini at tvífaldast, so hon verður 202 prosent at BTÚ.

Skuldin hjá USA hevur týdning fyri allan heimin, tí búskapurin hjá USA er tann størsti í heiminum, og verður stundum samanborin við lokomotivið sum hálar allan heimsbúskapin.

Undirskotið bara í 2020 var nærum 15% av BTÚ og hóast tað í ár verður minni, so fer tað næstu nógvu árini at liggja omanfyri miðal, og tí eru útlit fyri at statsskuldin fer at tvífaldast áðrenn 2030 og trífaldast áðrenn 2051, eru døpru spádómarnir, í eini nýggjari frágreiðing frá CBO.

Vandin er, at ein størri partur av útreiðslunum hjá USA næstu árini fara til at gjalda rentur, samstundis sum brúk er fyri meira til so nógv annað, eitt nú landsins borgarar sum gerast alsamt eldri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo