At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Navigare Shipping og Vinnuháskúlan hava avtalað, at skipini hjá Navigare Shipping framyvir kunnnu vera starvsvenjingarstað hjá aspirantum

Tað gongur væl at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan í Klaksvík. Væntandi verður skúlin longu liðugur í oktober, sigur Johanna á Tjaldrafløtti, stjóri á skúlanum, við Útvarpið

Fokus er á læraraútbúgvingina í hesum døgum. Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini, vónar, at burtur úr hesum kemur ein ætlan um og raðfesting av gransking í skúlaviðurskiftum

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at yrkisútbúgvingarnar framvegis eru høgt í metum ímillum ung og tilkomin fólk, sum skulu velja sær yrkisleið

- Tað er umráðandi, at skíggjanýtslan í skúlanum ikki trokar lesingina á pappíri av. Tað er niðurstøðan hjá einum arbeiðsbólki, sum hevur kannað skíggjanýtsluna í skúlum í Noregi

- Næmingar hava tveitt bøkur, pennar, saksar og annað eftir læraranum. Lærarar boða eisini frá, at tað er næstan gerandiskostur, at teir verða slignir og sparkaðir

- Gongdin yvir nýggjar lærusáttmálar í 2023 vísir, at yrkisútbúgvingarnar framvegis eru høgt í metum ímillum ung og tilkomin fólk, sum skulu velja sær yrkisleið

- Tá kunngerðin frá 2016 er galdandi framum kunngerðina frá 2012, og Sjónám hevur tikið eina upphædd fyri skeiðini svarandi til tær faktisku útreiðslurnar av skeiðunum, hava skeiðsluttakarar ikki nakað krav um endurgjald

Martin Heldarskarð og Hanus undir Leitinum eru ikki bilsnir av kanningini, sum vísir, at flestu næmingar vilja sleppa av landinum at útbúgva seg víðari, skrivar KVF

Ein kanning, sum Hægri Nám á Glasi hevur gjørt millum øll 3. árs lesandi á gymnasialum miðnámi í Føroyum, vísir millum annað, at tey ungu heldur vilja sleppa uttanlands at lesa víðari, enn at lesa víðari í Føroyum

- Hvar eru nú allar tær politisku røddirnar, sum undan valinum søgdu fólkaskúlan hava so avgjørdan týdning fyri alt samfelagið? T.d. allir teir politikararnir, sum vóru við á pallborðsfundi á Læraraskúlanum, sum Føroya Lærarafelag skipaði fyri

- Hósdagin 4. januar kl 16.30-18.00 verður opið hús í frískúlanum Lítlaskúla. Her verður høvi hjá børnum og foreldrum, sum umhugsa, ætla at ella hava skrivað børnini inn í skúlan, at síggja karmarnar

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Rósu Heinesen í starvið sum rektari á Miðnámi í Suðuroy

Í gjár varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og KBH, sum skal innrætta eina stovu afturat í nýggja Frítíðarskúlanum á Svangaskarði

Jólini nærkast í hvørjum, og í hesum døgum er nógv prát um jólagávur. ES lutar eisini út á hvørjum ári eina gávu við Erasmus+ stuðulsskipanini, sum ger tað lættari hjá m.a. lesandi og lærlingum at koma út í heim

Eysturkommuna hevði í gjár eykabýráðsfund har eitt samt býráð samtykti at taka av tilboðinum frá Fuglark um at standa fyri projektering av út- og umbyggingini av Leirvíkar skúla

Innskrivingin til skúlaárið 2024/25 er tøk frá fríggjadegnum 15. desember 2023 klokkan 11 til mikudagin 17. januar 2024 klokkan 13

– Eg skilji væl, at fleiri skúlastjórar velja at fara úr yrkinum, sigur professari

Hakakrossar, plakatir við antisemitiskum áskriftum og enntá deyðshóttanir. Antisemitisman hevur ikki verið størri enn tað sama í nógv ár í Danmark

Játtanin til Fróðskaparsetrið minkar nógv í sambandi við fíggjarlógina fyri 2024. Tað kann hava álvarsamar avleiðingar, sigur Martin Tvede Zachariasen við KVF

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur boðað frá, at Erika Anne Hayfield verður nýggjur dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini

Snar hevur gjørt undirvísingartilfar til fólkaskúla og miðnám, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk

Í gjár varð útbygningurin í skúlanum á Langasandi reistur. Bygningurin er umleið 80m2 til støddar í tveimum hæddum

Formaðurin í Lærarafelaganum heldur at tað er óheppið at leiðslurnar í skúlum skifta títt tí tað órógvar nógv í skúlanum

- Fleiri ferðir hava vit ført fram, at fólkaskúlin á fleiri økjum ikki hevur neyðugu játtanina til at møta uppgávuni og tørvinum hjá næmingunum

Talið á umsóknum til lestrarpláss á sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum er í vetur fallið samanborið við seinasta vetur

Úrslitini í PISA-kanningini frá 2022 eru tey lakastu nakrantíð. Miðalúrtøkan í OECD-londunum fall við 15 PISA-stigum í støddfrøði og við 10 stigum í lesing

Nýggja diplomútbúgvingin á masterstigi á Fróðskaparsetri Føroya hevur sum fremsta mál at útbúgva undirvísarar til føroyskt sum annaðmál. Avgjørt eitt neyðugt stig, sigur samskiparin

Tað verður illfýsið og vátt í veðrinum hesa næstu vikuna

Heili 30 bólkar úr øllum Føroyum luttóku hesferð

Bæði fólka- og miðnámsskúlarnir eru nógvir stongdir í dag vegna støðuna á arbeiðsmarknaðinum

Christian Joensen avloysir Honnu Jensen, rektara, ið vegna tingarbeiði hevur fingið játtað farloyvi fram til summarið 2025

- Í døgunum 7.- 9. november skipar Nám fyri Læraradegi í Norðurlandahúsinum við høvuðsevninum talgildisbúgving

- Kommunurnar vóna við hesum at stuðla undir gransking, sum kann nýtast í kommunala geiranum til at loysa ítøkiligar avbjóðingarnar í framtíðini, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður

- Í ár kunnu vit fegnast um, at Markleys Útbúgving var sera væl eydnað, og at tiltakið nú hevur 20 ár á baki

- Í 2023 kendu 9% seg vera útsett fyri happing. Ein betran á 40% roknað út frá lutfallinum millum 15% og 9%

- Boðskapurin frá børnunum er týðiligur, vit mugu skipa gerandisdagin, so hann hóskar betur til børnini, tað veri seg heima, í skúlanum og í frítíðini

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur í vikuni vitjað skúlar norðuri í Klaksvík

- Tað hevur stóran týdning at hugsa um javnstøðu í fólkaskúlanum, á miðnámi og á hægri læru- og útbúgvingar-stovnum, heldur Martin Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya

- Súsanna í Króki og Daisy Iversen eru samdar um, at tørvur framhaldandi verður á SSP sum sjálvstøðugari ráðgevandi eind

Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Kristionnu Jacobsen í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla frá 16. oktobur 2023 at rokna

- Tað harmar meg sum lærari at síggja, at nógvir næmingar ikki halda, at lærugreinirnar hava týdning. Vit eru hóast alt í skúla fyri at læra, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

- Vantandi orka og svøvntrupulleikar eru ikki trupulleikar, skúlin kann loysa einsamallur. Tað er í nógv størstan mun foreldrini, sum kunnu hjálpa næmingunum við tí

Øll lærara- og námsfrøðilesandi hava saman við undirvísarum á Námsvísindadeildini á Setrinum evnisviku í hesum døgum undir heitinum "KT-nýtsla í stovns- og skúlahøpi"

Starvið sum skúlastjóri í Vestmanna var lýst leyst í august. Anna Maria Reinert Jensen, sum tók við sum skúlastjóri í Vestmanna skúla í januar, tók í september við skúlastjórastarvinum í Hoyvíkar skúla

Vágs skúli, Porkeris skúli og Sumbiar skúli hava fingið játtan til samstarv, har endamálið millum annað er at fáa sum mest burtur úr samlaða lærarahópinum

Í morgun var steypahandan í Skúlanum á Fløtum í sambandi við, at 6b vann fiskikappingina við Westward Ho í ár. Borgarstjórin handaði gávur og heiðurslønir

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, ætlar komandi skúlaár at seta í verk eina viku vetrarfrí í fólkaskúlanum

Seinnapartin vardi Frida Poulsen ph.d.-ritgerð sína um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum, og fyri løtu síðani fekk hon ph.d.-heitið í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya

Seinastu árini eru fleiri umvælingar og dagføringar gjørdar í Tofta skúla