Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Prógvhandan var á Vinnuháskúlanum í morgun, har skiparar, skipsførarar, maskinmeistarar og maskinistar fingu prógv handað. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt stutta røðu í sambandi við prógvhandanina!

- Tá ið hugsað verður um sertilboð, og at næmingatalið er vaksandi og samansetingin fjølbroyttari, so eiga vit kanska at spyrja, um ein serskúli aftrat Skúlanum á Trøðni er ein loysn

Í gjár fingu 22 starvsfólk innan eldraøkið prógv sum demenssamskipari

Tørvurin á námsfrøðingum í Føroyum er sera stórur, og júst nú eru 39 komin í útbúna hópin aftrat

Leygardagin 10. juni var Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í Saltangará og handaði prógv til næmingar á Rásini

Nú er endaspurtur á universitetsútbúgvingunum hjá mongum á Setrinum, og arbeiðsmarknaðurin kann gleða seg til aftur at fáa feska og vælútbúna arbeiðsmegi

Samstarvið millum Tórshavnar kommunu og kommunurnar í Vágum um kvøldskúlaundirvísingina í føroyskum sum annaðmál er fyrimyndarligt og riggar avbera væl

Seinnapartin stóð Turid Hermannsdóttir væl og virðiliga sína ph.d.-verju á Setrinum við ritgerð síni um m.a. reproduktivar royndir í avmarkandi politiska umhvørvinum viðvíkjandi fosturtøku í Føroyum

Veðrið er av tí allarbesta og fleiri skúlar og barnagarðar nýta høvið at fara ein túr í býin. Fleiri hava vitjað inn á Ráðhúsið og í býráðssalin í morgu

- Myndugleikarnir eru settir at tæna okkum øllum. Minsta krav er, at teir lurta og fyrisita rætt, segði formaður Føroya Lærarafelags á ársaðalfundinum hjá felagnum

Í dag hevur stóra finalan í talentkappingini, sum Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini hevur skipað fyri, verið hildin á ovara vølli í Gundadali

Sarah Ann Bjarnadóttir Vinther hevur lokið útbúgvingina sum ákæri. Hon var til endaliga rættarmálsroynd 2. juni

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur sett Magnus Reimar í Króki í starvið sum fyrstalærari í Kaldbaks skúla

- Samanborið við skúlar uttanlands hava handaligu og listaligu lærugreinirnar í Føroyum ikki serliga høga raðfesting í verandi tíma- og lærugreinabýti

Nýggj kanning: Talið av næmingum, sum ikki íðka, er vaksið frá 12% til 19%. Talið av næmingum, sum kenna seg bundnan av skíggjanýtslu er vaksið frá 51% til 63%

Tað var hátíðardámur á kvøldskúlanum fyrrapartin, tá ið 20 næmingar úr Ukraina fingu handað prógv. Tey hava lokið undanskeið í føroyskum sum annaðmál

- Føroysku vinnukavaraútbúgvingarnar fáa alsamt størri viðurkenning í grannalondum okkara

- Vit rokna við batum á hesum økinum, tí bæði núverandi og undanfarni landsstýrismaður í skúlamálum hava sagt, at teir vilja arbeiða fyri, at tað verða fleiri føst størv og harvið eisini færri tíðaravmarkað størv

- Í nýggjari samrøðurøð, kallað Seturstos, hava vit givið lesandi frá ymiskum útbúgvingum á Setrinum mikrofonina til at greiða frá, hvussu tað í roynd og veru er at taka eina universitetsútbúgving á Fróðskaparsetrinum

Arbeiðið at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík gongur eftir ætlan. Tað sigur Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon, við Útvarpið

Í dag hava 29 tilflytarar í trimum flokkum lokið prógv á Tórshavnar Kvøldskúli í føroyskum sum annaðmál. Tað varð hátíðarhildið á hugnaligari samkomu fyrrapartin

Tá Føroyar nýliga fingu limaskap í nevndini í NordForsk, var hetta eitt týdningarmikið stig á leiðini til at fáa størri leiklut í norðurlendska granskingarsamstarvinum

Ukraiinsku børnini í Eysturskúlanum eru í aldri frá fyrsta til níggjunda flokk. Summi teirra byrja spakuliga at skilja og tosa føroyskt

– Vit fáa javnan og lutfalsliga nógvar fráboðanir frá skúlum í Føroyum um happing og fyrispurningar um, hvussu happing kann basast, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, við Skúlablaðið

Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, tók í gjár lut á NLS-fundi í Íslandi saman við forfólkunum í norðurlendsku lærarafeløgunum og Norðurlendska Ráðharraráðnum

- Í fleiri ár hava røddir verið frammi um, at tørvur er á sálarfrøðingi í fólkaskúlanum at røkka teimum næmingum, sum lærarar og heilsufrøðingar ikki røkka

- Serliga er tørvurin stórur í vinnunum, ið arbeiða við grøna orkuskiftinum til havs og innan byggivinnuna

Mikukvøldið 3. mai kl. 19.00 til 20.30 fer Erling Fles, sálarfrøðingur, at halda fyrilestur fyri foreldrum og avvarðandi at næmingum í Skúlanum við Løgmannabreyt

Føroyar lesa hava verið á vitjan hjá nýggja landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum. Hóast nógv arbeiði verður gjørt, er fitt av arbeiði eftir at gera, serliga á dagstovnaøkinum og innan skúlaverkið

Næmingar í dag eru ógvuliga tilvitaðir um ymiskt sálarfrøðiligt, ið teir halda, at teimum bagir, sigur Thorvald Danielsen, sálarfrøðingur í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík

Gundur Mortensen er settur sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum

Næmingar í Tofta- og Runavíkar kommunuskúla kappast um DM í íverksetan

Høgni Hammershaimb Andersen hevur verið innskrivaður á universitetinum í Keypmannahavn á heilsuvísindaliga fakultetinum og verkætlanin er gjørd í samstarvi við Herlev og Gentofte sjúkrahús

Hósdagin hevði Vágs skúli sera forkunnuga vitjan, tá ið landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvinarmálum var á rundferð í Suðuroynni og vitjaði og luttók til undirvísing

Michael Schweigler og tann føroyski næmingurin fara á túrinum í Føroyum at vitja fleiri framhaldsskúlar og greiða frá um upplivungar á Øse Efterskole

- Tað eru alt ov fá vaksin til alt ov nógv børn. Tað hevði loyst upp hjá nógvum næmingum, sum hava skúlaaftran, at havt styttri skúladagar, siga Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, og Tórfríð Danielsen, sálarfrøðingur á Sernámi

Seinastu mongu árini hava nógvir ungir læknar fingið sína útbúgving í Pólandi. Nú eru eisini fleiri tannlæknar á veg. Nú í summar verða 5 læknar og 3 tannlæknar liðugt útbúnir á Pomeranian Medical University í Stettin

Leygardagin 15. apríl á midnátt er evstamark at søkja um lestrarpláss gjøgnum kvotu 2 komandi lestrarár, og her eru nøkur góð ráð um, hvussu tú skrivar eina góða umsókn

Fimti skúlin í Danmark fyri børn við einum IQ yvir 130 letur nú upp í Aarhus

Tá ið freistin at stilla upp til nevndina var úti, vóru tvey uppskot komin. Bergur Samuelsen og Jona Højsted standa bæði fyri vali, og bjóða seg fram aftur. Tískil heldur nevndin fram

- Hetta er spennandi, og umstøðurnar eru góðar, sigur Andras Sigmarsson Jacobsen, lærari á Matvørudeildini

- Eg veit, at lærarar eru ymiskir á máli um, hvat eigur at verða gjørt. Í øllum førum eiga vit ikki at leypa framav og taka eina skjóta avgerð, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður

- Næmingarnir hava serliga fingið undirvísing innan ferðavinnu og íverksetan á Nám X, og høvdu sett fram ynski at fáa kunning um ferðavinnupolitikkin “Fólk og ferðavinna - lið um lið” hjá Tórshavnar kommunu

13 undanstevnur hava nú verið í Skúlaleikum, og nærum 2000 næmingar úr 4., 5. og 6. flokki kring landið hava luttikið

Endaliga úrslitið var, at Spírin1 vann fyrsta plássið, og í harðari kapping vóru Hoyvík og Spírin2 nummar tvey og trý

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Marjun I. Stauss í starvið sum skúlastjóra í Skúlanum við Streymin frá 1. apríl 2023 at rokna

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum er sinnaður at hyggja nærri at skipanini og gera tillagingar, skrivar Skúlablaðið

Sostatt verður tað á fyrsta sinni ein bólkur frá Tekniska Skúla í Klaksvík, sum kemur at umboða Føroyar í finaluumfarinum í Keypmannahavn 26. apríl 2023, har 42 bestu liðini í Ríkinum fara at dystast um besta hugskotið

Fríggjadagin 24. mars verður kappingin Ungt Virki hildin á Miðnámi á Kambsdali

Endamálið við Skúlaleikum er fyrst og fremst at geva ítróttarlæraranum íblástur og amboð til ítróttatíman. Og at geva næmingunum ítróttarliga upplivingar saman