Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Á samkomu í Bowlinghøllini í morgun fingu spæliliðini í skúlunum í Tórshavnar kommunu handað prógv

- Í skúlanum merkja lærararnir trongu fíggjarkarmarnar. Teir skulu undirvísa meira, og skipanin skal gerast effektivari, alt ímeðan játtanin minkar, og uppgávan veksur

Helma Maria Tróndheim hevur granskað í, hvussu vit kunnu tryggja eina støðuga og álítandi grøna el-veiting, og fríggjadagin 24. juni fer hon at verja sína ph.d.-ritgerð um tað í Løkshøll í Runavík

Síðan á sumri 2020 hevur gamla Hotel Skálavík verið karmur um ein eftirskúla, har fleiri ung úr øllum landinum hava leitað sær

- Johnleif Gerðisá tekur við starvinum tann 1. august 2022

Sankta Frans skúlakórið við 47 næmingum úr 3. flokki stillaðu upp á ráðhústrappuni kl 11 í morgun og hildu eina frálíka konsert

Her eru myndir frá undanstevnunum hjá 4. flokki í Klaksvík og í Havn

Vinnari av kappingini gjørdist Frítíðarskúlin á Argjahamri. Liðið vann 1-0 á Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í finaluni

Grøna orkuskiftið verður sett á “undirvísingarbreddan” hjá næmingum og lærlingum á Tøkni komandi mánaðin

- At kristindómurin skuldi verið grundaður á mytur er ikki í tráð við søguligu sannroyndirnar, skrivar Trúboðin

Á middegi í dag byrjaði Musikkskúlafestivalurin 2022 á Landavegnum í Havn

7.a og 7.b í Sankta Frans skúla hava í ár luttikið í einum Nordplus-samstarvi millum Grindavík í Íslandi, Gislev á Fyn og Tórshavn

Á bygdaráðsfundi tann 2. mai samtykti bygdaráðið at taka av tilboði frá Byggivirkinum KBH um at umbyggja í 1981-bygninginum í Tofta skúla soleiðis, at Musikkskúlin fær eina nýggja tónleikastovu

Føroya Lærarafelag hevur gjørt upp, hvussu nógv størv, tíðaravmarkað og føst, eru lýst leys at søkja í fólkaskúlanum í ár, samanborið við undanfarin ár

- Til samráðingarnar fer felagið at leggja dent á eina lønarøking, so at læraralønin stendur mát við aðrar bólkar, ið eru tætt við og í slekt við lærarayrkið, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum

- Felagið arbeiðir fyri at fáa færri tíðaravmarkað størv, og vit trýsta at fáa politisku skipanina at gera neyðugar tillagingar, so vit fáa fleiri fastar setanir

Nevndin í Føroya Lærarafelag er skipað og felagið hevur fingið nýggjan næstformann

Í miðdeildini í Eysturskúlanum hava tey havt úr at gera og hava sett nakrar dagar av, til at gera ymisk tiltøk, har endamálið er at savna pengar inn til Ukraina

Nakrir fáir føroyingar hava gingið á nógv umtalaða kostskúlanum Herlufsholm. Ein teirra er Ólavur Winther úr Vestmanna

Í forskúlanum í Skúlanum á Fløtum hava tey bara góðar royndir av samstarvinum millum lærarar og námsfrøðingar

8. flokkur í Tofta skúla hevur eftir áheitan frá Nes kommunu ruddað á Svangaskarði í dag. Samsýningin fer óskerd til “Hjálp til Ukraina”

Í september í fjør varð Thorvald Danielsen, sálarfrøðingur, settur í skúlanum hálva tíð á Skúlatrøð

Skopunar og Sørvágs kommuna gjørdust í farnu viku fyrstu kommunur í landinum at gera avtalu við Gjaldstovuna um nýggja Skúlanet

Evnið hesaferð er innovatión í undirvísingini, og tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, ið beyð luttakarunum vælkomnum í Silo í Sjóvinnuhúsinum

Mentamálanevndin í Tórshavnar býráð hevur nú nú broyt frítíðarskúlatilboðið so tað verður longt eina viku (5 dagar)

Tórhallur við Gil afturvaldur og Eyðbjartur Skaalum nývaldur

Tey ganga veruliga á odda í Skála skúla at varpa ljós á burðardygd

Løgtingið hevur samtykt at heimila landsstýrismanninum at nýta upp til 71 mió. kr. til triðja byggistig í sambandi við at um- og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali

- Summi børn hava brúk fyri meiri tíð enn onnur, og tey eru serliga tey, vit høvdu rokkið betur, um vit vóru fleiri um tey

Íverksetarabólkurin OVIS kappaðist í dag um danmarksmeistaraheitið í íverksetan við sínari verkætlan. Eftir ein spennandi og hendingaríkan dag í Kolding, bleiv úrslitið at OVIS fekk eitt flott triða pláss

Bólkurin OVIS, ið vann SkúlaFM, kom víðari til danska kapping innan íverksetan

 

Nýggi Háskúlin í Nesvík hevur sett Tummas Kannuberg í starv sum háskúlaleiðari

- Lærarar í yngstu flokkunum hava trongar umstøður. Ein lærari í fyrsta flokki kann standa einsamallur við 24 næmingum; tað eru ikki umstøður at geva hvørki læraranum ella næmingunum

Í dag hava níggju næmingar staðið endaligu royndina á føroyska vinnukavaraskúlanum

Jacob Eli S. Olsen, sum hevur verið formaður í felagnum seinastu trý árini, bjóðar seg fram aftur. Eingi mótvalevni eru, og tí heldur hann fram komandi trý árini

Søren Martin Johannesen lesur sjúkrarøktarfrøði, og hann hevur eini boð til aðrar menn: Søkið lestrarpláss, tí so fáa tit fakligar og persónligar avbjóðingar og eina ørgrynnu av arbeiðsmøguleikum innan- sum uttanlands

Í samband við verkætlanina hjá skúlanum á Skúlatrøð, har endamálið er at savna pening til børn í Ukraina, eru næmingar í dag til arbeiðis hjá Klaksvíkar kommunu

Tað er eitt ótal av dømum í próvtøkustílum hjá næmingum í 9. flokki, ið vísa ótryggleikan, ið valdar, tá ið fyrisetingar skulu skrivast, skrivar Skúlablaðið

Vantandi samskifti millum Heilsuskúlan í Suðuroy og myndugleikarnar, vóru orsøkin til misskiljingar um ætlanirnar hjá skúlanum, skrivar KVF

Hósmorgunin 31. mars var stórt vinnutiltak úti á Glasi, ið var ein blanding av “Vinnan vitjar” og Vinnulívskunning fyri øllum næmingum og lesandi á Glasi

Тут «Нам» у співпраці та з дозволу українського видавництва підручників Видавництво «Ранок», зібрав добірку найважливіших навчальних матеріалів для учнів початкової школи

- Eg kundi hugsað mær nógv meiri kunning og upplýsingar og kanska neyvari vegleiðing og ráðgeving um, hvussu vit kunnu gera, sigur Berlys Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla, sum hevur nógvar tilflytaranæmingar

Umleið 20% av øllum næmingum hava tørført við at læra at rokna, og ein triðingur av hesum er talblindur. Fyrr varð hildið, at tey, ið ikki dugdu at rokna, høvdu lágan intelligens, men so er ikki

Tað gjørdist ‘Broddi’, sum vann ársins útgávu av kappingini ‘Ungt Virki’. Á øðrum plássi var ‘Safedrive’, ‘Plagga’ gjørdist nr. 3, meðan ‘eFishient’ fekk eitt herðaklapp frá dómsnevndini

Frítíðarskúlin Smílibýlið skipaði hósdagin fyri stórari talvkapping millum frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu. 16 lið úr 7 frítíðarskúlum luttóku, meiri enn 100 børn tilsamans

Danska TV 2 vísti í kvøld fyrra part av dokumentar-sendingini "Flugten til privatskolen" har tað millum annað var sagt, at um fimti hvør næmingur velur frí- ella privatskúla heldur enn fólkaskúlan

Eftir ætlan skuldi Eysturskúlin í Havn fara undir forskúla frá komandi skúlaári; ætlanin er skotin út eitt skúlaár, sigur skúlastjórin

Nú fríggjadagin 25. mars verður tiltakið Ungt Virki í Atrium á Glasi

- Hóast Føroyar bert hava verið við einaferð, er okkara luttøka lutvíst hin størsta í Norðurlondum. Og tað er bara okkara ágrýtnu lærarum fyri at takka

Mikudagin 16. mars í ár fara fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi at arbeiða við listaligum virksemi og gera tað sjónligt í almenna rúminum